Útgávur og tiltøk PDF Prenta E-mail
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 09 September 2009 17:54

Útgáva

Veingjasuð
Síðan 1984, tá felagið bleiv stovna, hevur tað á hvørjum árið útgivið Frágreiðing frá Føroya Fuglafrøðifelag. Í 2008 kom eingin ársfrágreiðing út. Í 2009 kom fyri fyrstu ferð blaðið Veingjasuð út. Veingjasuð verður framyvir selt í handlum og verður eins og ársfrágreiðingin sent ókeypis til limirnar. Tað kemur út einaferð um árið.
Arbeitt verður við at gera allar frágreiðingarnar tøkar á netinum.
Frágreiðing fyri 1998
Frágreiðing fyri 2002
Veingjasuð 1

Annað
3 ferðir hevur felagið, í samstarv við onnur, útgivið yvirlit yvir hvørjir fuglar eru sæddir í Føroyum. Hesin listin hevur verðið prentaður og latin limunum ókeypis. Mest dagførdi listin er her.
Kunningarskriv hevur eisini verið sent limunum, men tað er heldur langt ímillum tey.
Frágreiðingar frá túrum eru at finna í Veingjasuð og frágreiðingunum, men vit leggja eisini frásøgnir á FaroeNature.net.

Tiltøk

Hvørt ár skipa vit fyri útferðum, har vit hyggja eftir fuglum. Hetta eru alt frá stuttum túrum til túrar har vit liggja nátt í t.d. Svínoy ella Suðri. Øll eru vælkomin við á hesum túrum. Vikuskiftistúrarnir kosta 350,- og tað er fyri mat og uppihald. Um tú vilt hava fráboðan um útferðir ella onnur tiltøk við sms ella telduposti, skriva so í teigin niðanfyri.

Viðmerk...
 
information-pictorial