Gulspurvur
First unread post • 1 boð
• Síða 1 av 1
Gulspurvur
Hey øll!
Í dag var eg runt og hugdi eitt sindur. Heilt nógvir ferðafuglar eru komnir seinastu dagarnar. Á Viðareiði vóru millum 600 og 700 óðinshanar, ein svanur, fleiri íslandsgæs og ein gulspurvur - ein vakur steggi. Hetta er bert aðru ferð í 25 ár at gulspurvur er skrásettur her á landi. Síðst var tá Karl fann tveir í Syðrugøtu.
Annars sá eg runt á Eysturoynni og Norðoyggjum í alt 7 havgæs, 3 gjørir, 2 súgentur, eini 30 trøllentur, 8 reyðspógvar, lítil valmási, eini 30 krikkentur, 9 ennigular entur, eini 10 steinstólpur, fleiri 100 laír og grannljómara. Og tá eg var komin heim fleyg ein fiskiørn suður móti Borðoyavík.
Vinarliga
Silas

- Viðheftar fílur
-
- Gulspurvur
- Gulspurv3.jpg (218.78 KiB) Viewed 339 times
-
- Gulspurvur
- Gulspurv4.jpg (213.32 KiB) Viewed 339 times
-
- Grannljómari
- Grannljómari.jpg (169.27 KiB) Viewed 339 times
-
- Reyðspógvi
- Isl st kobber.jpg (224.87 KiB) Viewed 339 times
- Silas
- Innlegg: 291
- Skrásett/ur: 01 okt 2005, 18:20
- Stað: Lesandi
1 boð
• Síða 1 av 1