Er tú skrásett/ur? Tað veit denn, tú má vera skrásett/ur fyri at logga á. Er tú blivin bannað/ur frá hesum forumið? (Eini boð vera skrivaði um tú er) Um so er, burdi tú sett teg í samband við vevmeistarin ella ein administrator fyri at finna út av hví. Um tú er skrásett/ur og tú ikki er blivin bannað/ur, men kann framvegis ikki logga á, so kannað og dupult kannað títt brúkara navn og loyniorð. Sum oftast er hetta trupulleikin; um ikki, so set teg í samband við ein administrator - tað kann henda seg, at instillingarnar í foruminum eru skeivar.
Tað er ikki sikkurt at tú noyðist - tað er upp til administratorin av foruminum at avgerða, um tú noyðist at verða skrásett/ur fyri at skriva innlegg. Tó, so gevur skráseting tær atgongd til møguleikar, ið ikki eru til staðar tá tú bert er vitjandi, so sum mynd til vangamyndina, privat boð, senda teldupost til aðrar skrásettar brúkarar, melda teg til brúkarabólkar, osv. Tað tekur bert nakrar fáar minuttir at skráseta seg og tað verður viðmælt at tú ger tað.
Um tú ikki setur flugubein í feltið Logga meg á sjálvirkandi framyvir, vil tú bara vera loggað/ur á í eitt ávíst tíðarskeið í senn. Hetta er fyri at hindra, at nakar skal misbrúka tína konto. Fyri ikki at vera loggað/ur av automatiskt, skal tú seta flugubein í kassan, tá tú loggar inn. Hetta verur ikki viðmælt, um tú brúkar eina teldu sum tú deilir við onnur, t.d. á bókasavni, internet kafé, handilskúla, osv.
Hvussu kann eg fyribyrgja at mítt brúkaranavn kemur í listan yvir brúkarar ið eru online?
Í tíni vangamynd finnur tú ein møguleika sum eitur Goym tín online status; um tú setur flugubein í her, so vera tað einans administratorar og tú sjálv/ur ið síggja tín online status. Tú er tá ein goymdur brúkari.
Ikki fara í panikk! Títt loyniorð kann tú ikki fáa aftur, men tú kann fáa eitt nýtt. Fyri at fáa tað skal tú fara login síðuna og trýsta á Eg havi gloymt mítt loyniorð. Fylg síðani vegleiðingini á skerminum, og tú burdi veri online aftur uppá null komma niks.
Kannað fyrst um tú hevur skriva rætt brúkaranavn og loyniorð. Um tey eru í lagið, so er eitt av hesum tveimum tingunum hent: um SVBPO (Skipan fyri at Verja Børns Privatsemi Online) support er tendra og tú trýsti á Eg eru minni enn 13 ára gamal/gomul tá tú skrásetti teg, má tú fylgja teimum upplýsingunum, ið blivu sendir til tín við telduposti. Um hetta ikki er tilfeldið, so manglar tín konto kanska at blíva tendra. Summi forum krevja at kontoðir blíva tendraðar, antin av tær sjálvum, ella av einum administratori, áðrenn tú kann logga á. Tá tú skrásetti teg stóð tað um tað var neyðugt at tendra kontoðina. Um tú fekk eitt teldubræv, so fylg vegleiðingunum ið har standa; um tú ikki fekk eitt teldubræv, so kannað um teldupost adressan tú hevur upplýst er røtt. Um tú er vís/ur í at teldupost adressan tú hevur upplýst er røtt, so set teg í samband við ein administrator.
Eg havi skrásett meg fyri eini tíð síðani, men kann ikki logga á longur!
Tær mest sannlíku grundirnar fyri hesum eru: tú hevur skriva galið brúkaranavn ella loyniorð (kannað teldubrævið tú fekk sendandi tá tú skrásetti teg), ella at administratorurin av einari ella aðrari grund hevur sletta tína konto. Um tann seinna grundin er tilfeldið, er tað kanska tí at tú eingi innlegg gjørdi? Tað er vanligt fyri forum, at við jøvnum millum bilum at sletta brúkarar, ið eingi innlegg hava gjørt, fyri at minka um støddina á dátustovninum. Royn og skráset teg einaferð enn, og blív aktivur í kjakinum.
Allir tínir innstillingar (um tú er skrásett/ur) vera goymdir í einum dátustovani. Fyri at broyta teir, trýst á Vangamynd leinkjuna í valmyndini ovast á síðuni.
Tíðirnar eru púra rættar; tó, tað sum tú sær er helst tíðir frá einari aðrari tíðarsonu enn tí, tú er í. Um hetta er føri, burdi tú broytt innstillingina í vangamyndini fyri tíðarsonu til tað sonu sum tú er í. Vinarliga legg til merkis, at tað at broyta tíðarsonu, eins og at broyta flestu aðrar innstillingar, krevur at tú er skrásett/ur. So um tú ikki er tað, er hetta eitt gott høvi at blíva tað!
Eg havi broytt tíðarsonuna, men tíðin er framvegis ikki røtt!
Um tú er púra vís/ur í, at tú hevur broytt tíðarsonuna til tað røttu og tíðin framvegis ikki er røtt, er tannmest sannlíka grundin hon, at hetta forumið ikki ger mun á summar og vetrar tíð. So um summari kann tíðin vera ein tíma við síðuna av einari rættari klokku.
Hvussu kann eg hava eina mynd undir mínum brúkaranavnið?
Tað kunnu vera tvær myndir undir einum brúkaranavni, tá ein hyggar at innleggum. Tann fyrsta er ein mynd ið vísir tína støðu. Hetta er vanligvís nakrar stjørnur ella kassar, ið vísa hvussu nógv innlegg tú hevur gjørt, ella hvønn status tú hevur í foruminum. Undir hesum kann vera ein størri mynd, ið á Enskum verur nevnd ein Avatar (á Føroyskum: guddómur klæddur í hold). Myndin er vanligvís einskila fyri hvønn brúkaran. Tað er upp til administratorin av foruminum at loyva, um myndir kunnu vera nýttar.
Vanligvís kann tú ikki broyta nakran status (tín status verur vístur beint undir brúkaranavninum í innleggum, og í vangamyndini). Flestu forum brúka status fyri at vísa á hvussu nógv innlegg tú hevur gjørt, og til at eyðmerkja serligar brúkarar. Til dømis, administratorar og moderatorar hava ein serligan status. Vinarliga lat vera við at misbrúka hetta forum við at skriva fult av onki sigandi innleggum, einans fyri at broyta tín status - tá fer tú allar helst at uppliva, at ein administratorur ella moderatorur minkar um hvussu nógv innlegg tú hevur gjørt.
Nemt - trýst á tann viðkomandi knøttin (Nýtt Evni) tá tú er í einum rúmi, ella tá tú hyggur at einum evni. Tað kann vera at tað er neyðugt at vera skrásett/ur fyri at skriva nýggj evni. Hentleikarnar, ið eru tøkir fyri tær, eru vístir niðast á rúm-síðuni og evni-síðuni (í Tú kann skriva nýggj evni, Tú kann atkvøða í atkvøðugreiðslum, osv. listanum).
Uttan so at tú er administrator ella moderator, kann tú einans broyta og sletta tíni egnu innlegg. Tú kann broyta eitt innlegg (summar tíðir einans eitt ávíst tíðarbil aftan á at tað var skriva) við at trýsta á broyt knøttin á tí viðkomandi innlegginum. Um onkur longu hevur svarað til títt innlegg, vil tú finna ein lítlan tekst stubba, næsta ferð tú hyggar at tínum innleggi aftur, ið sigur frá hvussu ofta tú hevur broytt í tí. Hesin tekstur vil einans vera har, um onkur hevur svara til títt innlegg; hann vil ikki vísa seg, um ein administratorur ella ein moderatorur hevur broytt títt inlegg (teir burdu skriva eini boð, har teir siga at teir hava broytt tað og hví). Vinarliga legg til merkis, at vanligir brúkarar kunnu ikki sletta eitt innlegg, tá onkur hevur svara til tað.
Hvussu kann eg knýta mína undirskrift til mítt innlegg?
Fyri at knýta eina undirskrift til eitt innlegg, má tú fyrst gera eina; hetta verur gjørt um tína vangamynd. Tá hon er gjørd, kann tú seta flugubein í Knýt undirskriftina til kassan, tá tú ger eitt nýtt innlegg. Tú kann eisini knýta undirskriftina til øll innlegg automatiskt, við at seta flugubein í Brúka altíð undirskriftina kassan í vangamyndini. Tá kann tú tó framvegis forða fyri, at undirskriftin verur knýtt í einstøk innlegg, við at koyra flugubeinið úr kassanum, tá tú skrivar eitt innlegg.
At gerða eina atkvøðugreiðslu er lætt! Tá tú skrivar eitt nýtt evni (ella broytir í tí fyrsta innlegginum í einum evni, um tú hevur loyvi til tað) burdi tú sæð ein Ger eina atkvøðugreiðslu form beint undir innleggs innihalds kassanum. Um tú ikki sær hann, so hevur tú allar helst ikki rættindi til at gera atkvøðugreiðslur. Tú eigur at skriva eina yvirskrift til atkvøðugreiðsluna, og gera minst tveir valmøguleikar. Fyri at gera ein valmøguleika, skriva ein møguleika í feltið Valmøguleikiog trýst á Nyggjan valmøguleika. Tú kann eisini seta tíðarmark á, hvussu leingi atkvøðugreiðslan skal verða. 0 merkir, at hon aldrin steðgar. Tað er eitt mark fyri, hvussu nógvar valmøguleikar tú kann gera. Hetta mark er sett av administratorum.
Hvussu kann eg broyta ella sletta eina atkvøðugreiðslu?
Líka sum við innleggum, kunnu atkvøðugreiðslur blíva broyttar av tí sum hevur gjørt tær, einum administratori, ella einum moderatori. Fyri at broyta eina atkvøðugreiðslu trýstur tú á tað fyrsta innleggi í einum evni (atkvøðugreiðslunan verur altíð knýtt til tað fyrsta innleggi). Um eingin hevur atkvøtt enn, so kann ein vanligur brúkari (tann sum hevur gjørt hana) broyta ella sletta hana. Tó, um onkur hevur atkvøtt, kunnu einans administratorar og moderatorar broyta ella sletta hana; hetta er fyri at hindra, at fólk snýta, við at broyta valmøguleikarnar hálvan vegin ígjøgnum eina atkvøðugreiðslu.
Summi rúm kunnu vera avmarkað til serligar brúkarar ella brúkarabólkar. Fyri at hyggja at, lesa, skriva, osv. má tú hava serlig rættindi, ið tú einans kann fáa frá einum administratori ella einum moderatori, so tú burdi sett teg í samband við teir.
Einans skrásettir brúkarar kunnu greiða atkvøðu í atkvøðugreiðslum. Hetta er fyri at hindra svindil við úrslitinum. Um tú er skrásett/ur og framvegis ikki kann greiða atkvøðu, er tað allarhelst, tí at tú ikki hevur tey røttu rættindini.
BBkota er ein serlig tillaging til HTML. Um tú kann brúka BBkotu, verur avgjørt av administratorinum. Tú kann eisini ógilda hana frá innleggi til innlegg, tá tú skrivar innlegg. BBkotan sjálv líkist nógv HTML: spjaldrini (á Enskum: tags) vera gird við [ og ] ístaðin fyri < og >, og tað gevur betri tamarhald á hvat og hvussu okkurt verur víst. Fyri fleiri upplýsingar um BBkotu les vegleiðingina, ið kann fáast atgongd til um síðuna, har tú skrivar innlegg.
Tað veldst um administratorurin loyvir tí; hann hevur fullkomi vald á tí. Um hann loyvir tí, so er tað sikkurt bert nøkur fá spjøldur ið rigga. Hetta er av trygdarávum, fyri at hindra fólki at misnýta spjøldrini, so at uppsetingin av síðuni kemur út av lagi, ella aðrir trupulleikar taka seg upp.
Íkorn (á Enskum: Smileys, Emoticons), eru lítlar myndir, ið kunnu brúkast til at vísa kenslur við, við at skriva ein lítlan tekst stubba, t.d. :) merkir glaður, :( merkir keddur. Listin yvir íkorn kann vera sæddur á síðini, har tú skriva innlegg. Royn ikki at yvirbrúka íkorn; tey kunnu skjótt gera, at eitt innlegg verur ólesiligt og moderatorarnir kunnu gera av at sletta tey, ella alt innleggi sum tað er.
Myndir kunnu saktans vera skoyttar uppí tíni innlegg. Tó, sum er er ikki møguleiki at senda upp (á Enskum: upload) myndir til hetta forum. Tú má tí gera eina leinkju til eina mynd, ið er á einum alment atkomuligum web-hotelli, t.d. www.min-sida.fo/mynd.jpg. Tú kann ikki gera leinkjur til eina mynd, ið liggur á tínari egnu teldu (uttan so at tað er ein alment atkomuligur servari) ei heldur til myndir ið liggja á síðum s.s. Hotmail ella Yahoo postkassum, síðum vardar við loyniorði, osv. Fyri at vísa myndir skal tú brúka BBkotu spjaldrið [img] ella tað í HTML (um tað er loyvt).
Kunngerðir eru ofta umráðandi upplýsingar, og tú burdi lisið tær skjótast til ber. Kunngerðir eru at finna ovast á hvørjari síðu, har ið tær eru skrivaðar. Um tú kann skriva kunngerðir veldst um loyvini, ið skulu til. Hesi loyvi vera avgjørd av administratorinum.
Klistrut evni eru at finna ovast, beint undir kunngerðum (um kunngerð er) í vel-rúm síðuni og bara á tí fyrstu síðuni. Tey eru sum regul sera umráðandi, so tú burdi lisið tey, so skjótt tú kann. Líka sum við kunngerðum, ger administratorurin av hvørji loyvi skulu til fyri at skriva klistrut evni í teimum ymisku rúminum.
Læst evni eru gjørd soleiðis av einum administratori, ella einnum moderatori. Tú kann ikki gera innlegg til eitt læst evni, og um nøkur atkvøðugreiðslu hoyrdi til evni, er hon enda av sær sjálvum. Evni kunnu vera læst av nógvum grundum.
Administratorar eru fólk, ið hava tann hægsta myndaleikan yvir øllum í hesum forumið. Hesi fólk kunnu avgerða allar síður av hvussu forumið virkar, s.s. geva loyvir, bannað brúkarar, upprætta brúkarabólkar og moderatorar, osv. Ein administratorur hevur eisini allar myndileikarnar sum ein moderatorur hevur - í øllum rúmunum.
Moderatorar eru einstaklingar (ella bólkar av einstaklingum) hvørs arbeiði er at ansa eftir rúmunum frá degi til dags. Teir hava mynduleika til at broyta ella sletta innlegg og læsa, opna, flyta og klúgva evni í teimum rúmum teir eru settir at ansa. Vanligvís eru moderatorar til, fyri at hindra fólki í at fara av evninum (á Enskum: off topic) ella skriva grov ella ágangandi innlegg.
At gera brúkarabólkar er ein máti, ið administratorurin kann bólka brúkarar uppá. Hvør brúkari kann hoyra til fleiri bólkar (hetta er annarlagis í flestu øðrum forumum) og hvør bólkurin kann so fáa ymiskar mynduleikar. Hetta ger tað lættari hjá administratorinum at gera fleiri fólk til moderatorar í rúmum, ella at geva teimum atgongd til privat rúm, osv.
Fyri at blíva limur í einum brúkarabólki skal tú trýsta á leinkjuna Brúkarabólkar í valmyndini ovast á síðuni, og tú kann tá síggja teir bólkarnar ið eru. Ikki allir bólkar hava fríða atgongd - summir kunnu vera læstir og aðrir kunnu enntá hava goymdan limaskap. Um bólkurin er opin, kann tú biðja um at blíva limur, við at trýsta á tann hóskandi knøttin. Moderatorurin í bólkinum má góðkenna tína umsøkn; teir kunnu spyrja hví tú ynskir at blíva limur. Vinarliga ikki plága moderatorin, um hann ikki gevur tær limaskap - hann hevur sínar grundir.
Hvussu kann eg blíva Moderatorur í einum Brúkarabólki?
Brúkarabólkar vera upprættaðir av administratorinum, ið eisini avgerð hvør skal vera moderatorur í bólkinum. Um tú er áhugað/ur í at gera ein nýggjan brúkarabólk, burdi tú fyrst sett teg í samband við administratorin, so royn at senda honum eini privat boð.
Tað eru tríggjar møguligar grundir fyri hesum; tú er ikki skrásett/ur ella ikki loggað/ur á, administratorurin hevur gjørt privat boð óvirkin, ella administratorurin hevur forða tær einsæris at senda privat boð. Um tað er tann triðja, burdi tú prøva at spurgt administratorin hví.
I framtíðini fara vit at gera ein skúgva til viks lista (á Enskum: ignore list) til privat boð skipanina. Tó, sum er, um tú framhaldandi fær óynskt privat boð frá onkrum, so sig tað við administratorin - hann hevur mynduleikan at forða einum og hvørjum brúkara at senda privat boð yvurhøvur.
Eg havi fingið ein grovan ella hóttandi teldupost frá onkrum í hesum forumið!
Tað eru vit keddir av at hoyra. Teldupost skipanin í hesum forumið inniheldur eina trygdarskipan, ið kann finna fram til brúkarar ið senda sovornan teldupost. Tú burdi sent ein teldupost til administratorin, við einum avritið av teldupostinum tú hevur fingið. Tað er sera umráðandi at fáa teksthøvdi við (tað inniheldur upplýsingar um tann ið sendi teldupostin).