Torgið Tíðindi Útlendsk
Útlendsk
Ráðstevna um hvala og kópaveiðu í Keypmannahavn 19.januar Prenta Email
Tíðindi - Útlendsk
Skrivað av Sjúrður Hammer   
Mikudagur, 12 Januar 2011 08:08



Norðuratlantsbólkurin skipar fyri spennandi ráðstevnu um hvala og kópaveiðu, har millum annað føroyska grindadrápið verður umrøtt. Talan er um eitt tiltak har báðar síðir koma til orðanna, millum annað umboð fyri stóru náttúruverndarfeløgini WWF og Greenpeace verða til staðar, og samstundis politisk umboð og umboð úr grindamannafelagnum. Absolutt eitt spennandi tiltak sum eg gleði meg at verða við til. Tiltakið er ókeypis men krevur tilmelding. 

Fulla frágreiðingin kann lesast her og skráin kann lesast her
 
Viðmerkingar (0)


Longsta leið hjá ferðafugli er kortløgd Prenta Email
Tíðindi - Útlendsk
Skrivað av Janus Hansen   
Hósdagur, 14 Januar 2010 13:25
carsten_egevang_3635[1].jpg
Eitt altjóða lið av granskarum undir leiðslu av grønlenskum granskingarstovni vísir á óvæntaða nýggja vitan. Ternur flúgva hvørt ár yvir 70.000 km ímillum reiðurstað og vetrarvist. Ígjøgnum lívið flýgir hvør terna líka langt sum tríggjar túrar til mánan og aftur.
 
Viðmerkingar (1)   Les meira...


Lomvigur verða lokkaðar til nýggj støð Prenta Email
Tíðindi - Útlendsk
Skrivað av Janus Hansen   
Hósdagur, 23 Juli 2009 16:36
Fyri fyrstu ferð í yvir eina øld er egg hjá lomvigu funnið sunnanfyri kanadiska markið á norðuramerikonsku eysturstrondini.

"... náttúruverja gevur úrslit – sjálvt tá tað sær rættiliga ógjørligt út" sigur Dr. Stephen Kress, Stjóri fyri sjófuglaverju hjá BirdLife International í USA.

 
Viðmerkingar (0)   Les meira...