Torgið Tíðindi Tíðindaskriv Villblómudagurin 2010
Villblómudagurin 2010 Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 06 Juli 2010 16:00
P2150568.jpg
Í juli mánað skipar Lívfrøðingafelagið fyri túrum kring landið, har tú og onnur áhugað hava møguleika at hyggja eftir blómum, sum vaksa vilt í Føroyum.
Sunnudagin, tann 11. juli 2010, verða fimm túrar kring landið. Hesir eru settir at byrja ávikavíst í Kunoy, á Strondum, í Tórshavn, í Hoyvík og í Trongisvági.

Niðanfyri sæst nær og hvar túrarnir byrja og hvør er túrleiðari.
Dagur Staður Møtistaður Tíð Túrleiðari
11. juli 2010 Kunoy Omanfyri nýggja býlingin sunnast í bygdini kl.14 Kári Purkhús
11. juli 2010 Strendur Bygdarhúsið kl.14 Dánjal Petur Højgaard
11. juli 2010 Tórshavn Við tyrlupallin, Yviri við Strond kl.10 Anna Maria Fosaa
11. juli 2010 Hoyvík Føroya Keypssamtøka kl.14 Annleyg Patursson
11. juli 2010 Trongisvágur Trongisvágs skúli kl.14 Niels Jacobsen og Turið Vestergaard


Allir túrar verða leiddir av plantukønum túrleiðara, sum fer at greiða frá plantunum, sum komið verður fram á. Túrarnir vara einar tveir tímar og eru ókeypis. Tilmelding er ikki neyðug.

Tað einasta tú skal gera, er at klæða teg eftir veðrinum og møta á møtistaðnum tá túrurin byrjar. Um tú eigur eina floru (t.d. Føroya Floru), er tú vælkomin at taka hana við!.

At geva fólki høvi at fara á villblómutúr er eitt afturvendandi tiltak, sum verður fyriskipað í øllum norðanlondum tann triðja sunnudagin í juni á hvørjum ári. Í Føroyum hava vit tó í ár valt at flyta villblómutúrarnir til juli mánað, tá væl fleiri plantur blóma enn í juni.

Lívfrøðingafelagið vónar, at nógv, ung sum gomul, fara at brúka møguleikan at fara ein villblómutúr.

Øll eru vælkomin.