Trý nýggj fuglasløg skrásett í Føroyum Prenta E-mail
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Sunnudagur, 10 Mai 2009 00:00
Í vár eru fyribils trý fuglasløg skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð. Tvey teirra enntá dag um dag.

Ein silvurhegri Egretta alba varð sæddur í Hvalba og Sandvík frá uml. 19. apríl og eina viku fram. Silvurhegri er á stødd við vanligan hegra, men er snjóhvítur. Teir stovnar, ið eru næst við, eru í Mið- og Suðurevropa. Tó hava fleiri og fleiri silvurhegrar verið sæddir longri norðuri seinastu árini, og í Íslandi eru minst tríggir silvurhegrar skrásettir. Les meira...

Tann 8. mai varð ein lítil grábøkut ont Aythya affinis sædd á Hálsatjørn í Sandoy. Lítil grábøkut ont er eitt antarslag úr Norðuramerika, sum sæst á hvørjum ári í Evropa. Henda ont minnir um grábøkuta ont, sum sæst regluliga her á landi. Tó er lítil grábøkut ont væl minni, á stødd við ella eitt vet minni enn trøllont.
Les meira...

Tann 9. mai varð ein svartgleða Milvus migrans sædd úti í Grøv í Klaksvík. Svartgleða er ein rovfuglur, sum er eitt sindur størri enn fiskimási. Hon er brún og hevur langt sýlt vel. Teir stovnar, ið eru næst við, eru í Mið- og Suðurevropa, men eisini fuglar úr hesum stovnum verða sæddir oftari í Norðurevropa enn áður. Ein svartgleða hevur eitt nú verið sædd í Hetlandi í vár. Eisini er svartgleða skrásett minst 3 ferðir í Íslandi. Svartgleða er fyrst og fremst ræfuglur, og tí er als ikki neyðugt at óttast fyri seyði ella lombum, nú hesin gestur vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð.
Les meira...


Tað er frítt at nýta henda tekst og hesa mynd. Aðrar myndir kunnu nýtast eftir avtalu við Silas Olofson,
silasolofson@gmail.com.
 
information-pictorial