Mýrierla, nýtt fuglaslag fyri Føroyar Prenta E-mail
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 25 September 2007 00:00
P9247339.jpg

Operation Færøerne er í gongd.
Talan er um eitt tiltak, har áhugaðir fara at nýta komandi dagarnar at hyggja eftir fugli runt oyggjarnar. Flestu luttakararnir eru úr úr Danmark, og komu við Norrønu mánadagin 24. September. Men onkur Føroyingur eisini við. Ætlanin við tiltakinum er at síggja sjáldsom fuglasløg, sum roknað verður við, eru í landinum fyri tíðina.

Les meira um Operation Færøerne her og her.

 

Ein lítlan tima eftir at luttakararnir vóru komnir við Norrønu varð fyrsta sjáldsama slagið funnið. Fyri fyrstu ferð varð ein mýrierla Motacilla citreola sædd í Føroyum. Hetta var við tyrlupallin við Landsjúkrahúsið.

Mýrierla hoyrir heima í mið-Asia.

Les meira her:
http://www.faroenature.net/forum/viewtopic.php?t=9209

Sí fleiri myndir her:
www.faroenature.net/gallery/thumbnails.php?album=337

Til ber at lesa um mýrierlu á enskum her:
http://en.wikipedia.org/wiki/Citrine_Wagtail

 
information-pictorial