Kúhegri, nýtt slag fyri Føroyar Prenta E-mail
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 01 Oktober 2008 00:00

Kúhegri
Kúhegri (Silas Olofson) 

Ein kúhegri (Bubulcus ibis) hevur verið at sæð á Viðareiði nakrar dagar. Hetta er fyrstu ferð, at kúhegri er skrásettur í Føroyum.

Kúhegri er ein lítil hegri, bert eitt sindur størri enn spógvi. Í Íslandi er kúhegri skrásettur fýra ferðir og tveir av teimum kúhegrunum vóru sæddir 27. septembur í ár. Kúhegri eigur vanliga í Suðureuropa, Asia, Afrika og hevir síðani 1930'unum eisini fest búgv í Amerika. Um fuglurin á Viðareiði er komin úr Europa ella Norðuramerika er ilt at meta um.

Meir kann lesast um kúhegran á Viðareiði, her:
www.faroenature.net/forum/viewtopic.php?t=12729

Til ber at lesa um Kúhegra, á enskum, her:
http://en.wikipedia.org/wiki/Cattle_Egret

 

 

 
information-pictorial