Torgið Tíðindi Tíðindaskriv Býflugubítur í Streymnesi
Býflugubítur í Streymnesi Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 15 September 2010 06:53
Bi_der12.jpg
Sunnudagin var ein býflugubítur Merops apiaster at síggja í Streymnesi. Rodmund á Kelduni fann fuglin. Býflugubítur er sera sjáldsamur um okkara leiðir og er bert skrásettur einaferð fyrr í Føroyum. Hesin sera vakri fuglur eigur í Suðurevropa, Norðurafrika og í londunum við Svartahavið. Hann fer í vetrarvist í Suðurafrika, men fuglurin í Streymnesi er vilstur henda vegin á veg hagar. Skapið og litur á býflugubíti minnir ikki um nakrar fuglar vit vanliga síggja her heima. Skapið kann kanska best samanberast við eina ternu, hóast hon er nakað størri.

Sum navnið sipar til, so livir býflugubítur av býflugum og líknandi skordýrum, so helst kann hann taka onkrar føroyskar vespur eisini. Í øllum føri sást hann jagstra flúgvandi skordýr í bygdini, tá hann ikki hvíldi seg í nøkrum trøðum í einum garði ella á einari stiku.

Myndirnar tók Silas Olofson.

Myndasavn: Býflugubítur (vend tær til Silas viðvíkjandi brúk av myndum til annað enn internet).
Bi_der1.jpg
Bi_der5.jpg
Bi_der7.jpg
Bi_der8.jpg
Bi_der9.jpg
Bi_der10.jpg
Bi_der12.jpg
Bi_der13.jpg
Bi_der14.jpg
13_6e0000566970d65d6119ab42fd78f73f.jpg
13_c90bd9a74784f309ffb0f8afc2078966.jpg
13_60912241aeb78e97946b3003d74244e7.jpg