Torgið Tíðindi Tíðindaskriv
Tíðindaskriv
Býflugubítur í Streymnesi Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 15 September 2010 06:53
Bi_der12.jpg
Sunnudagin var ein býflugubítur Merops apiaster at síggja í Streymnesi. Rodmund á Kelduni fann fuglin. Býflugubítur er sera sjáldsamur um okkara leiðir og er bert skrásettur einaferð fyrr í Føroyum.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 19 Juli 2010 10:21
biodiversitet_4_8_2010R_img_2.jpg
"Hóast bæði lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni vanliga verða roknað sum jalig politisk mál í okkara tíð, so verða tey sjáldan sæð úr somu linsu. Fyrilesturin fer at vísa, at sami hugsanarhátturin, ið grundgevur mentanarligt fjølbroytni, eisini er fortreyt fyri lívfrøðiligum fjølbroytni. Nógv dømi, men eisini hugtøk sum nissju-skapan & fleksibilitetur, verða tikin fram fyri at visa á líkleikar."
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Villblómudagurin 2010 Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 06 Juli 2010 16:00
P2150568.jpg
Í juli mánað skipar Lívfrøðingafelagið fyri túrum kring landið, har tú og onnur áhugað hava møguleika at hyggja eftir blómum, sum vaksa vilt í Føroyum.
Sunnudagin, tann 11. juli 2010, verða fimm túrar kring landið. Hesir eru settir at byrja ávikavíst í Kunoy, á Strondum, í Tórshavn, í Hoyvík og í Trongisvági.

Niðanfyri sæst nær og hvar túrarnir byrja og hvør er túrleiðari.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Trý nýggj fuglasløg skrásett í Føroyum Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 09 Mai 2009 18:00
Í vár eru fyribils trý fuglasløg skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð. Tvey teirra enntá dag um dag.

Ein silvurhegri Egretta alba varð sæddur í Hvalba og Sandvík frá uml. 19. apríl og eina viku fram. Silvurhegri er á stødd við vanligan hegra, men er snjóhvítur. Teir stovnar, ið eru næst við, eru í Mið- og Suðurevropa. Tó hava fleiri og fleiri silvurhegrar verið sæddir longri norðuri seinastu árini, og í Íslandi eru minst tríggir silvurhegrar skrásettir.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Kúhegri, nýtt slag fyri Føroyar Prenta Email
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 30 September 2008 18:00
Kúhegri
Kúhegri (Silas Olofson) 

Ein kúhegri (Bubulcus ibis) hevur verið at sæð á Viðareiði nakrar dagar. Hetta er fyrstu ferð, at kúhegri er skrásettur í Føroyum.

Kúhegri er ein lítil hegri, bert eitt sindur størri enn spógvi. Í Íslandi er kúhegri skrásettur fýra ferðir og tveir av teimum kúhegrunum vóru sæddir 27. septembur í ár. Kúhegri eigur vanliga í Suðureuropa, Asia, Afrika og hevir síðani 1930'unum eisini fest búgv í Amerika. Um fuglurin á Viðareiði er komin úr Europa ella Norðuramerika er ilt at meta um.

 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


<< Fyrsta < Fyrra 1 2 Næsta > Síðsta >>

síða 1 av 2