| Asplenium scolopendrium, nýtt plantuslag fyri Føroyar |
|
|
| Tíðindi - Tíðindaskriv | ||
| Skrivað av Janus Hansen | ||
| Mánadagur, 08 Oktober 2007 00:00 | ||
Sunnudagin 30. September fann Dánjal Jespersen eitt nýtt plantuslag fyri Føroyar. Hetta var ein planta í trøllakampsættini, sum ikki hevur fingið nakað føroyskt navn enn, men sum á latíni eitur Asplenium scolopendrium. Hesin trøllakampur er sjáldsamur í Norðanlondum. Bløðini eru 10-40 cm til longdar og hann er eyðkendur við tað, at bløðini eru heilrandað, og ikki finnut sum aðrir trøllakampar. Síðstu 15 árini eru, umframt hesa plantuna, tvey nýggj plantusløg funnin í føroysku náttúruni. Dánjal Jespersen, Annleyg Patursson og Jens-Kjeld Jensen fara regluliga á smærri rannsóknarferðir ymsa staðni í landinum, fyri at læra plantulívið betur at kenna. Hesaferð vóru tey so á einari av smærru oyggjunum, við staðkendum fólki. Les meira her: Einans ein mynd er tøk: Til ber at lesa um Asplenium scolopendrium á enskum her: |








