Torgið Tíðindi Føroysk Stelkur
Stelkur Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 13 September 2010 03:22
StelkurSilas520x231[1].jpg
Stelkur (Tringa totanus) er mjávaksin vaðfuglur við longum reyðum beinum og miðallongum , klønum nevi. Nevoddurin er svartur, meðan innari parturin av nevinum er reyður. 
 
Eitt tíðuligt eyðkenni hjá stelki eru beinini, hvørs reyði litur nærmast sker í eyguni. Beinini eru reyðast í búðtíðini, og eldri fuglur hevur reyðari bein enn ungfuglur. Eitt annað eyðkenni er ein breiður, hvítur jaðari um veingjasvangan, sum sæst, tá fuglurin er á flogi.
Búnin er grásprøklutur og hann skiftir lítið í gjøgnum árið. Á ungfugli eru fjaðurrendurnar á bakinum tó gulligar. Stelkur í Føroyum og Íslandi er serskilt undirslag (T.t. robusta) Hann er størri enn aðrir stelkar og dimmari sprøklutur undir búkinum.
Føroyski stelkastovnurin er heldur lítil. Mett er at millum 20 og 50 eiga her, men talið broytist ár fyri ár. Stelkur er tó vanligur fuglur nógvastaðni í skotsku oyggjaflokkunum. Honum líkar best á vátlendi, og reiðrast við vøtn ella á vátum undirhaga. Fyri og eftir bútíðina er hann við strondina. Íslendskur stelkur er í útsynningspartinum í Íslandi, í Bretlandi og við Norðsjógvin um veturin.
Stelkur eigur víða um í Europa og Asia. Okkurt um 50-100.000 pør eiga í Íslandi, og nógir av stelkunum, sum síggjast her, eru íslendskir ferðagestir. Norðurferðin til Íslands er í apríl-mai, og suðurferðin byrjar um ólavsøkuleitið og heldur á út í september. Norskur og svenskur stelkur ferðast longur suður enn íslendskur stelkur. Summir fara heilt suður til Vesturafrika.

Kelda: www.ngs.fo