Torgið Tíðindi Føroysk Smyril
Smyril Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Sunnudagur, 21 November 2010 16:21
smyril_janus520x204.jpg
Smyril Falco columbarius er minsti fuglur í falkahópinum (Falconiformes) og samstundis einasti falkur, sum reiðrast í Føroyum.
 
Smyril er lítil, tættvaksin ránfuglur um leið sum lógv til støddar. Hann er 26-33 cm langur og hevur eitt veingjaspenni á gott og væl tað dupulta av longdini. Steggin er minni enn bøgan, og munur er eisini á litinum á búnanum. Steggin er dimmbláur niður á bakið, meðan bøgan og ungin eru dimt grámorreyð. Rípurnar á bringuni og undir búkinum eru tættari á bøgu og unga í mun til steggja. Veingirnir eru breiðir inni við kroppin og spískir til endarnar, eins og hjá øðrum falkum.
Tá hann veiðir, flýgur hann miðvíst og skjótt og letur títt við veingjunum. Fongin tekur hann ofta í luftini. Tað er mest smáfuglur og ungar hjá øðrum fugli, sum mugu lúta, men viðhvørt tekur hann eisini størri fuglar eins væl og skordýr sum t.d. klukkur og firvaldar. Ofta veiða smyrlarnir parvíst fyri at fáa størri úrtøku.
Bøgan er kynsbúgvin sum 1 ára gomul, meðan steggin er 2 ár. Reiðrið er vanliga á rókum ella niðri á jørðini, ofta í gomlum krákureiðrum. Bøgan verpur 3-5 egg í mai-juni, og báðir fuglarnir skiftast um at bøla í 28-32 dagar. Uml. ein mánað eftir kleking er ungin floygdur.
Smyrlastovnarnir í Norðurlondum hava verið í støðugari afturgongd í tjúgindu øld, og í Føroyum er ógvuliga lítið til av smyrli. Smyril í Íslandi, Noregi og Svøríki er ferðafuglur, sum hevur vetursetu í Írlandi og við londini syðrumegin Norðsjógvin. Føroyskur smyril er mest sannlíkt við í hesum ferðariðli, hóast vit ikki hava beinleiðis vitan um hetta. Føroyskur og Íslendskur smyril er av sama undirslagi, sum kallast subaesalon. Mett er at Íslendski stovnurin er um 1100 pør, men her hjá okkum eru neyvan fleiri enn 25 pør.

Kelda: www.ngs.fo

Úr savninum:
smyril_ungi_30_08_2008_r_k_043_803.jpg
HES_1521.jpg
HES_0444.jpg
f11041_205.jpg
f21042_202.jpg
19_08_2007_162.jpg
smyril_002_884.jpg
smyril_001_245.jpg
_dsc_6881_103.jpg
_dsc_6917_809.jpg
_dsc_6969_810.jpg
_dsc_6995_2_134.jpg
_dsc_7001_750.jpg
_dsc_6909_211.jpg
krakarovf.jpg
RovfDSC_5296.jpg
DSCN3067.jpg
DSCN3073.jpg
DSCN3077.jpg
Dv_rgfalk_a1.jpg
DSCN1157.JPG
DSCN1197.JPG
DSCN1208.JPG
_DSC_5306.jpg