|
Tíðindi -
Føroysk
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mikudagur, 13 Oktober 2010 13:02 |
Silvurfiskur (Lepisma saccharina) er eitt elligamalt skordýr. Steinrenningar eru funnar av silvurfiskalíknandi skordýrum, sum eru nærum 400 mió ára gamlar – góðar 150 mió ár eldri enn dinosaurarnir.
Silvurfiskur er umleið 1 cm til longdar. Kroppurin er liðdeildur og silvurskínandi. Helst hevur dýrið fingið navn eftir litinum og renningarlagnum. Tá dýrið rennur, bendir tað afturpartin frá síðu til síðu. Framman hevur silvurfiskur tveir langar og tvær styttri antennur, og aftantil eru tríggir langir halakambar. Livitíðin hjá silvurfiski er upp til uml. 5 ár. Hondýrið víggjar tilsamans 10-20 um árið, men kann bert víggja um hitin er 25-30 stig. Úr egginum kemur ein lítil, hvítur ungi, sum líkist tí vaksna dýrinum. Ungin skiftir ham tvær ferðir, áðrenn hann er kynsbúgvin. Fyri hvørt hamskifti gerst ungin eitt sindur størri. Undir góðum umstøðum gerast ungarnir kynsbúnir eftir hálvum ári. Tey vaksnu dýrini skifta eisini ham fleiri ferðir árliga. Silvurfiskur er eitt náttardýr og hevur ikki nakra ávísa árstíð, har hann sæst mest. Honum líkar best slavnar umstøður, og sæst tí ofta inni á vesum, undir køksvaskum og í kjallarum. Hann skíggjar ljós, og rímir ella situr pinnastillur, so skjótt ljósið verður tendrað. Tilhaldsstøðini eru t.d. rivur og holur í gólvinum. Silvurfiskur er sera kravlítil. Hann livir av sukurríkum tilfari, so sum matleivdum, pappíri og tapetlími. Tó kann hann liva í fleiri mánaðir uttan at eta. Silvurfiskur trívist best í hita og er tí bert at finna innandura í Føroyum, men niðri í fjøruni er vanligt at finna eitt annað dýr, sum minnir nógv um silvurfisk. Tað hevur einki føroyskt navn, men kallast á latíni Petrobius maritimus.
|