Torgið Tíðindi Føroysk Rottan, ein vanlagna fyri føroysku náttúruna
Rottan, ein vanlagna fyri føroysku náttúruna Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 15 Juni 2011 12:09
rotta_tekur_egg.jpg
So kann drunnhvítin gleða seg. Tí nú fær rottan av at vita. Í annaðkvøld skulu vit læra, hvussu ein staðfestir útbreiðslu av rottu, og ger ætlanir fyri týning og fyribyrging.


Árið í fjør var serstakt verndarár fyri plantur og djór. Í hesum sambandi sendu mentamálaráðið og umhvørvismálaráðið postkort til allar borgarstjórar í Føroyum við eini plantu ella einum dýri úr føroysku náttúruni. Hetta fyri at heita á borgarstjórarnar um at skipa soleiðis fyri í kommununi, at fólk geva náttúruni serligan ans. 
 
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, gjørdist í hesum sambandi verji hjá drunnhvíta. Helvtin av heimsstovninum eigur í Føroyum, og tí hava vit serliga skyldu at fara væl um drunnhvíta. Størsta hóttanin móti drunnhvítanum er rotta, sum við tí væl menta samferðslukervinum sera skjótt kann gera um seg, um ikki serlig tiltøk verða sett í verk.
 
Størsta drunnhvítabølið er í Nólsoy.

 Føroyar tóku longu í 1993 undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, hvørs endamál er at steðga afturgongdini í lívfrøðiliga margfeldinum á jørðini.

 Drunnhvíti er partur av hesum margfeldi í kommununi.
 
Umhvørvis- og mentamálaráðið heittu á borgarstjóran um at skipa so fyri, at farið verður væl um náttúruna og at tryggja, at øll djóra- og plantusløg verða vard á hóskiligan hátt. Skelti blivu uppsett í Nólsoy um serlig atlit til farmaflutning og annan flutning til Nólsoyar. Her varð serliga hugsað um rottuna.
 
Borgarstjórin fær nú veruligan stuðul í herferðini móti rottuni. Í annaðkvøld 16. juni kl. 20:00 verður fyrilestur við heitinum “Rottan, ein vanlagna fyri Føroysku náttúruna” hildin í posthúskjallarinum í Tórsgøtu í Havn.
 
Tað er Fuglafrøðifelagið, ið hevur fingið nýsælendska lívfrøðingin James Russel, ið hevur royndir við rottutýning á smáum oyggjum á sunnaru hálvkúlu, at koma til Føroyar. Í fyrilestrinum verður komið inná, hvussu ein staðfestir útbreiðslu av rottu, ætlanir fyri týning og fyribyrging. 
 
Janus Hansen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, tekur saman um støðuna í Føroyum og tørvin á einari rottutilbúgving. Møguleiki er eisini fyri at seta spurningar. 
Tað er Føroya Lívfrøðingafelag og Tórshavnar kommuna ið skipa fyri fyrilestrartiltakinum.

 
Finnur Lützen formaður í Føroya Lívfrøðingafelag og Elin Lindenskov frá Tórshavnar býráð bjóða vælkomin. James Russel greiðir frá sínum arbeiði við rottutýning á sunnaru hálvkúlu.
 Komið verður inná, hvussu ein staðfestur útbreiðslu av rottu, ætlanir fyri týning og fyribyrging.
 Møguleiki er eisini fyri at seta spurningar.
 Janus Hansen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, tekur saman um støðuna í Føroyum og tørvin á einari rottutilbúgving.

Myndri og tekstur: www.torshavn.fo