| Rotta í Nólsoy |
|
|
| Tíðindi - Føroysk | ||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||
| Mikudagur, 03 Februar 2010 05:07 | ||||||||||
|
Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen kunnu vit nú lesa, at rottuspor eru at síggja í Nólsoy. Hetta er eitt ótrúliga stórt vandamál. Tann 01.02.2010 sá eg tað sjón, eg allarminst hevði vóna at síggja - rottuspor niðri við kirkjuna í Nólsoy. Hevði kavin ikki ligið, hevði eg ikki kunna sæð rásina eftir hesum óhugnaliga, ófrættakenda og óynskta gestinum, so ikki er gott at vita, nær hesin er komin í oynna. Seinastu mongu árini havi eg til fánýtis barst sum úlvur á skóg fyri at verja oynna - til dømis havi eg roynt at fáa ta lógina setta í gildi, sum øll lond rundan um okkum brúka - at rottuskermar verða settir á allar bátar og skip, ið ferðast millum oyggjarnar, men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás! Fær rottan fótafesti í Nólsoy, drepur hon tað lív, ið er eftir í oynni - drunnhvítin hvørvur og lundin, sum hevur fingið fleiri lúsingar í seinastuni, fer eisini at hvørva. Eftir standi eg spyrjandi - hvør hevur ábyrgdina? Les eisini |







