| Rógvi og Bjørki fingu virðislønir |
|
|
| Tíðindi - Føroysk | ||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||
| Sunnudagur, 03 Oktober 2010 05:19 | ||||||
Bjørki Geyti og Rógvi Mouritsen hava báðir, hvør í sínum lag, lagt nógv arbeiðið í at læra okkum um tað náttúru sum finst í havinum kring Føroyar. Fyri tað hava teir nú fingið M.A. Jacobsens virðisløn. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2010 verður latin Rógva Mouritsen fyri bókina Fiskar undir Føroyum.
Undir vatnskorpuni svimja teir í sínum margfeldi: mánafiskar, prikkafiskar og tussafiskar. Lusifer og rútarkongur. Bláriddari, knurrhani og huldukrutt.
Við bókini Fiskar undir Føroyum ber til at kava í dýpið og draga upp úr torvuni upplýsingar og vakrar myndir av fiskunum undir Føroyum. Hvussu víða teir liva, stødd, lit, eyðkenni og hvønn týdning teir hava fyri fiskiskapin.
Rógvi hevur ein stóran kunnleika til fiskasløg. Í sínum arbeiði á Havstovuni hevur hann í nógv ár skrásett øll fiskasløg, ið eru fingin undir Føroyum, og ikki so sjáldan hevur verið talan um sløg, ið ikki hava verið fingin undir Føroyum fyrr, og sum tí einki føroyskt navn hava havt. Tá hevur hann, ið samstarvi við málkøn, givið teimum føroysk nøvn. Í bókini eru tekningar av øllum fiskunum, sum Bente Olesen Nystrøm, Astrid Andreasen og Rolf Mouritsen hava teknað.
Fiskar undir Føroyum er valaverk eftir Rógva Mouritsen.
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens 2010 verður latin Bjørka Geyta fyri Føroya Sjósavn.
Í 2005 samlaði Bjørki Geyti ein áhugabólk rundan um seg, og søkt varð um at fáa loyvi at nýta íshúsið til akvarium. Saman við peningi til smærri íløgur og rakstur játtaði býráðið í 2005 at lata íshúsið og øki rundanum til endamálið. Harumframt játtaði býráðið at fíggjað raksturin av verkætlan gluggahyljar í 2006.
Fyri hendan varða í føroyska almenninum verður Bjørki Geyti heiðraður við mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens.
|







