| Ringmerking 2010 |
|
|
| Tíðindi - Føroysk | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
| Fríggjadagur, 21 Januar 2011 02:58 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Í tey sløku hundrað árini (1912 til 2010), ið vit hava ringmerkt fugl, eru 102.766 fuglar vorðnir merktir. Ein fyribils uppgerð vísir, at 3198 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum í 2010, og at talan er um 27 fuglasløg (sí talvuna niðanfyri).
Í 2010 vórðu samanlagt 101 fráboðanir um ringmerktan fugl sæddan í Føroyum (sí talvuna niðanfyri). Millum aðrar vórðu fráboðanir um 15 enskar lundar heldur óvanligar, men vit bíða við at gera nakra niðurstøðu, fyrr enn vit hava fingið endaliga frábðan frá enska ringmerkjaramiðstøðini (BTO). Fráboðanin um heimsins næstelsta ringmerkta lomviga var eisini spennandi tíðindi, hóast tað sjálvandi er harmiligt at hann endaði sínar dagar við at verða skotin. ;
|







