Torgið Tíðindi Føroysk Mosaskorpiónir
Mosaskorpiónir Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Sunnudagur, 19 September 2010 15:15
pseudoskorpion.jpg

Mosaskorpiónir (Pseudoscorpiones) eru smá dýr, sum millum annað liva í blaðrúgvum, undir mold og í mosa. Tó at tær líkjast nógv skorpiónum, eru tær nærri skyldar við torvatrøll og mottur. Mosaskorpiónir eru ein hópur við uml. 2500 ymiskum sløgum kring allan heimin.
Einasta skrásetta slagið í Føroyum er Neobisium carcinoides, sum livir úti í náttúruni. Tó roknast má við, at Chelifer cancroides finst innandura hjá okkum, eins og í grannalondunum. Hesi bæði sløgini eru millum 2 og 4 mm til longdar, og størsta slagið í heiminum verður upp í 12mm úr enda í annan, so talan er um heilt smá dýr. Kroppurin er stuttur, flatur og peruformaður. Kropsliturin kann vera alt frá gulligur til myrkabrúnur, og klórnar hava ofta annan lit enn kroppurin. Tal av eygum er ymiskt frá slagi til slag. Summar hava fýra eygu, meðan aðrar kunnu hava tvey ella eingi. Eins og eiturkoppar og mottur, hava mosaskorpiónir 8 bein, og hoyra tí til spunararnar.
Mosaskorpiónir eru ikki vandamiklar fyri menniskju, men eru heldur at kalla nyttudýr, við tað at tær millum annað liva av møli, bóklúsum, meyrum, mottum og smáum flugum. Í klørnum sita nakrir eiturkertlar, sum framleiða eitur til at lemja fongin. Tá fongurin er deyður, sprænir mosaskorpiónin eina sevju yvir hann, so hann spakuliga upploysist, og mosaskorpiónin kann súgva matin í seg.
Tætt við kjaftin, sita kertlar, sum kunnu spinna silki. Silkið verður brúkt í making, kleking og sum verja (skýli), tá veðrið gerst ov kalt. Honin leggur, ann uppá slagið, millum 2 og 50 egg, sum hon ber við sær í einum silkiposa undir búkinum. Ungarnir skifta ham 3 ferðir áðrenn teir eru vaksnir. Hamskiftistíðin er vanliga styttri enn eitt ár, og eftir triðja hamskifti livir vaksna mosaskorpiónin í 2-3 ár.

Kelda: www.ngs.fo