| Lógv |
|
|
| Tíðindi - Føroysk | ||
| Skrivað av Janus Hansen | ||
| Sunnudagur, 26 September 2010 15:06 | ||
|
Lógv er rundvaksin fuglur og hevur stutt dimt nev og dimm bein. Hon er væl minni enn tjaldur og spógvi. Í bútíðini er hon gullglitrandi á bakinum, svørt undir búkinum upp eftir barkanum út á vangarnar. Uttan um svarta litin er hvítur jaðari. Steggin hevur heldur sterkari litir enn bøgan. Ungfuglur og gamal fuglur í vetrarbúna eru ikki svartir undir bókinum. Veingirnar eru langar og lógvin er kvik á flogi.
Lógv heldur serliga til á lyngheiðum, har hon eisini reiðrast. Síðst í mai verpur hon 4 egg, sum klekjast eftir 30 døgum. Lógv livir fyri tað mesta av smákyktum, sum finnast á lyngheiðum, men hon kann eisini taka krabbadýr og ber.
Í aprílmánaði kemur lógv til landið eftir vetrarvist í Írlandi, Suðurbretlandi ella møguliga heilt suðuri í Norðurafrika. 23 láir eru ringmerktar í Føroyum, men enn er eingin afturmelding komin, og tí vita vit ikki við vissu, hvar føroyskar láir halda til um veturin. Íslendskar láir hava vetrarvist alt frá Skotlandi og Írlandi og suður til vesturstrondina í Frankaríki og Spaniu. Hugsandi er at Føroysku láirnar hava sama ferðamynstur.
Mett er at eini 600 láarpør eru í Føroyum. Størri flokkar síggjast um várarnar og heystarnar. Hetta eru flokkar av íslendskum ferðafugli, ið dvølja her nakrar dagar, áðrenn teir halda leiðina fram. Í Íslandi eru okkurt um 300.000 pør. Í Norðuratlantshavi taka tær seg saman í flokkar, tá ið summarið er farið at halla. Flytingin tekur rúma tíð. Tær seinastu fara ikki fyrr enn í novembermánaði.
Í samband við 22. mai 2010, dagin fyri lívfrøðiligt margfeldi, fekk Fámjins kommuna postkort við lógv.
Kelda: www.ngs.fo |







