Torgið Tíðindi Føroysk Innrás av reyðstapum
Innrás av reyðstapum Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Silas   
Mánadagur, 25 Oktober 2010 12:59
Reydstapi1.jpg
Hesar seinastu vikurnar hava fleiri reyðstapar verið at sæð kring landið. Teir gera oftast innrás soleiðis at nógvir eru at síggja summi ár, meðan ongin ella bert heilt fáir reyðstapar koma onnur ár. Reyðstapi eigur í Norðurskandinavia og longur eysturi i Evropa, Asia og eisini í Norðuramerika.

Reyðstapi er ein sera litríkur og eyðkendur fuglur. Hann er eitt sindur minni enn stari. Hann hevur topp á høvdinum, svarta banditmasku um eygað, gula rond á velinum og hvitar, gular og reyðar litir á veingjunum. Umframt at vera litríkur og eyðkendur er reyðstapin eisini kendur fyri ofta at vera rættiliga spakur, soleiðis at hann kann eygleiðast í stuttari fjarðstøðu. Kjansurin fyri at síggja ein reyðstapa er helst størst um ein hyggur í eldri urtagarðar við berjatrøðum. Teir liva nevniliga av ymsum berum, sum teir finna á trøðunum. Í dag vóru sostatt 15 reyðstapar at síggja í sama træið á Viðareiði.

Myndir tiknar 25. okt. á Viðareiði
Reydstapi1.jpg
Reydstapi2.jpg
Reydstapi3.jpg
Reydstapi4.jpg


Úr savninum:
13_87b01382463949e168dd05a45d5c26cb.jpg
reydstapi2.jpg
reydstapid715.jpg
mynd4_204.jpg
rey_stapi_768.jpg
Rey_stapi_004.jpg
dscn7467_209.jpg
DSCN7361.jpg
DSCN7411.jpg
DSCN7428.jpg
DSCN7431.jpg
Rey_stapi1.jpg
Rey_stapi2.jpg
Rey_stapi3.jpg