Torgið Tíðindi Føroysk Heiðafuglur í Skúvoy 2010
Heiðafuglur í Skúvoy 2010 Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 20 Apríl 2011 11:03
Samlad~0.jpg
Summarið 2010 skipaði Fuglakanningarstøðin og Fuglafrøðifelagið fyri eini teljing av heiðafuglinum í Skúvoy, har 13 sjálvboðin fólk luttóku. Teljingin varð stuðlað av Innlendismálaráðnum. Øll fuglapørini eru sett inn á kortið niðanfyri.

Heiðafuglur í Skúvoy 2010 
Seinasta summar varð heiðafuglurin í Skúvoy taldur. 12 sjálvboðin fólk tóku lut í teljingini, sum var samskipað av Fuglakanningarstøðini og Fuglafrøðifelagnum.  
Higartil hevur Fuglakanningarstøðin bert kannað sjófuglin, sum byggir í bjørgunum, men ein partur av sjófuglinum, t.d. skúgvur, kjógvi, fiskimási og likka byggja reiður inni á oynni. Hesin fuglur er sera lítið kannaður, og tí varð søkt um pening frá Innlendismálaráðnum til at telja hendan fuglin saman við øðrum heiðafugli. 
Fuglur, sum eigur í fjøruni og á helluni við sjóvarmálan varð ikki taldur við. Her eigur serliga teisti, men eisini skarvur, æða og annar antarfuglur. Í Høvdanum varð tó gingið oman á Mølina. 
Ætlanin var, at fáa fýra fólk at telja heiðafuglin fyri løn í tvær vikur, men tað rakk játtanin tíverri ikki til. Tí varð ein roynd gjørd at fáa fólk at telja fuglin uttan løn. Tey skuldu tó fáa allar útreiðslur afturrindaðar; ferðing, innivist og mat. Teljast skuldi í tvey vikuskifti við 6 fólkum hvørja ferð. ”Tilboðið” varð fyrst sent til limirnar í Fuglafrøðifelagnum, har tað eydnaðist at fáa 10 fólk. Seinni eydnaðist at fáa tvey fólk afturat, sum ikki vóru í Fuglafrøðifelagnum.
 
Framferð 
Skuvoy.jpg
Teljingarnar fóru fram vikuskiftini 18.- 20. juni (Norðaripartur, Uttarihagi og Bergið) og 25.- 27. juni (Heimaripartur í Norðarahaga, Miðjan og Innangarðs). Ein stutt leiðbeining, sum sæst niðanfyri, varð skrivað um, hvussu farast skuldi fram. Hendan leiðbeiningin byggir á teljingarháttin, sum varð nýttur við seinastu teljing í 2001. Tá vórðu fuglapørini prikkað við ymiskum liti inn á kort, so ein sær hvar tey vóru. Kopi av hesum kortum vórðu gjørd til teljingina, sum teljararnir høvdu við út í hagan saman við nýggjum kortum. Ein prikkur, við ávísum liti fyri hvørt fuglaslag, varð so settur í nýggju kortini, so hvørt eitt par varð sætt. Einsamallir fuglar, sum ikki høvdu reiður, vórðu eisini skásettir í summum førum.
 
Leiðbeining til teljing av heiðafugli í Skúvoy 2010 
Teljingarøki 
Tað eru 5 hagapartar, sum eru býttir upp við hegni, sum gongur tvørtur um alla oynna, og innangarðs er eisini hegnað fyri seg. Hesi 6 økini verða tald fyri seg, og best er, um tvey fólk telja hvørt øki.
 
Leiðir har teljararnir skulu ganga 
Gingið verður ímillum hegnini nøkulunda eftir hæddarkurvunum á kortinum. Frástøðan ímillum hvørja leið kann vera 100 til 300 m, alt eftir hvussu tættir fuglarnir eru, og hvussu útsýnið er. Um tvey ganga saman, ber til at taka tvær leiðir samstundis.
 
Teljingarháttur 
Tel allar fuglarnar, sum síggjast á leiðini. Skráset teir á kortið, sum síggja út til at vera pør. Nýt somu litir, sum í innsetta kortinum frá 2001. 
Tú skalt ikki leita eftir reiðrum í langa tíð, men um tú kemur fram á reiður, tel so egg og ungar. 
Teir flestu fuglarnir kunnu teljast, meðan tú gongur við vanligari ferð ígjøgnum økið og skrivar upp so hvørt. Hesir eru t.d. tjaldur, spógvi, lógv, grátítlingur, summargrátítlingur, músabróðir og steinstólpa. 
Fuglar, sum byggja saman í bølum, eru lættastir at skráseta, um tú sært inn yvir økið uttan at órógva teir. T.d. um tú situr uppi á einum heyggi við einum góðum kikara ella teleskopi. Hesin háttur kann t.d. brúkast til skúgv, kjógva, likku, fiskimása og ternu.   
Mýrisnípa. Skráset fuglar, sum flúgva paringarflúgving. 
Æður. Skráset æðureiður og æður við ungum. Tel eisini egg og ungar hjá hvørjum pari. 
Starar. Skráset reiður og tel stararnar. 
Gráspurvur. Skráset gamlar steggjar og tel gráspurvarnar.
 
Lummabók 
Hvør luttakari fær eina lummabók at skriva ymiskar aðrar viðmerkingar í.
 
Úrslit 
Úrslitini eru skrivað inn á fimm kort (Mynd 1 – 5), har ein prikkur er settur við hvørt reiður ella pláss, har fuglur sá út til at eiga. Kortini eru talgild og viðgjørd í ArcMap forritinum, so til ber at knýta aðrar upplýsingar til hvørt reiðurplássið, t.d. positiónina, hæddina har tey eru skrásett og plantuvøksturin á staðnum. 
Gragraelingur.jpg
Reiðrini hjá summum fuglum eru ikki skrásett, tí fuglarnir vórðu sæddir í flokki ella uttan fyri øki har teir eiga. Bládúgvurnar vóru t.d. allar sæddar inni í bygdini og innangarðs, men tær eiga í bjørgunum. Fýra ravnar, helst eitt par við tveimum ungum, flugu í Niðaru Skorum, ein hoyrdist í Ovarahøvda og ein fleyg yvir Kjógvavatn.
Einar 40 krákur flugu í flokki uppi við Skarð og einstakar vórðu sæddar aðrastaðni á oynni, men onki reiður varð skrásett. Ein flokkur av “grælingum”, o.u. 8 fuglar, sum ikki kundu greinast til slag, varð sæddur við Brúnirnar í Heimaraparti í Norðarahaga. Ein grágrælingur hevði reiður við Klettarnar í Norðaraparti í Norðarahaga, men av tí, at hesin fuglur er so sjáldsamur í Føroyum, er reiðrið ikki víst á nøkrum korti. Tað samlaða talið av pørum, sum eru skrásett, er sett upp í talvu 1.

 
 
Talva 1. Samlaða talið av fuglapørum, sum varð skrásett summarið 2010. * Talið á bládúgvum, krákum, ravnum og starum er samlaða talið av fuglum, sum vórðu sæddir.
Ár2010
Tjaldur78
Lógv21
Grágrælingur1
Mýrisnípa41
Spógvi12
Kjógvi55
Skúgvur145
Likka4
Fiskimási16
Svartbakur5
Bládúgva7*
Títlingur5
Grátítlingur88
Steinstólpa62
Kráka40*
Ravnur6*
Stari200*
 
Umrøða 
kjogvi.jpg
Heiðafuglurin í Skúgvi er taldur fýra ferðir undan hesari teljingini, og hetta er tað økið í Føroyum, har heiðafuglurin er best kannaður. Fyrstu ferð var í 1961, tá ið Anders Holm Joensen taldi fuglin í Skúvoynni (Joensen 1963), og  tjúgu ár seinni, í 1981, varð skipað fyri eini teljing av øllum fuglinum í Føroyum uttan bjargafuglinum (Bloch 1981, Olsen 2002), í 1992 taldi Eysturoyar Studentaskúli (Højgaard 1995), og í 2001 skrivaði Ivan Olsen serritgerð um fuglin í Skúvoynni (Olsen 2002). Í talvu 2 eru hesi úrslit samanborin við teljingina í 2010. Talið á pørum av teimum ymsu fuglasløgunum er skrásett, men fyri 1992 eru tølini upprunaliga uppgivin sum einstakir fuglar, og tey eru tí faldað við 0,67, sum í nógvum førum gevur á leið talið á pørum. Hendan umrokningin kann tó ikki nýtast til øll fuglasløg, og tí er talið á músabrøðrum, krákum, starum og gráspurvum ikki umroknað. Meginparturin av teimum nógvu likkunum, sum vórðu sæddar í 1992, vórðu helst sæddar í bygdini og hava ikki verið búfuglar.


Mynd_1~0.jpg
Mynd_2~0.jpg
Mynd_3~0.jpg
Mynd_4~0.jpg
Mynd_5~0.jpg

 
Talva 2. Fuglateljingar í Skúvoynni. 1961 (Joensen 1963), 1981 (D. Bloch í Olsen 2002), 1992 (Højgaard 1995), 2001 (Olsen 2002). Øll tølini eru uppgivin sum pør av teimum ymsu fuglsløgunum uttan tey, sum eru merkt við *. Hesi eru samlaða talið av fuglum, sum sóust.
Ár19611981199220012010
Æða 3522240
Tjaldur341152409278
Svarthálsa 01*00
Lógv3341515821
Grágrælingur53241
Fjallmurra1080
Mýrisnípa7037367541
Spógvi4141683512
Kjógvi29010212112855
Snældukjógvi 01*00
Skúgvur43236365145
Skatumási01020
Likka209357*184
Fiskimási757141216
Svartbakur153985
Terna253126800
Bládúgva2037107
Viðartítlingur 0100
Títlingur 72015
Grátítlingur518211788
Erla Kongsdóttir011*00
Músabróðir625170
Steinstólpa42478262
Kvørkveggja00420
Kráka 422*342*
Ravnur42026*
Stari >200483*275200*
Gráspurvur13>1075*250
 
Allar teljingarnar eru farnar fram seinnu helvt av juni, tá ið heiðafuglurin liggur á eggi ella hevur pisu, og tá er lættast at staðfesta pørini. Teljingarhátturin hevur eisini verið á leið tann sami øll árini, hóast teljingin í 2001 er tann mest nágreiniliga. Tað vilja tó altíð vera óvissur í slíkum teljingum t.d. er munur á, hvussu kønir teljararnir eru at síggja og hoyra mun á títlingi og grátítlingi, og tí mugu tølini fyri hesar fuglar takast við fyrivarni. 
Mynd_6.gif
Mynd_7.gif
Mynd_8.gif
Sum tað sæst í talvu 2, so eru nøkur fuglasløg, har færri enn 10 pør hava átt í Skúvoynni seinastu 30 til 50 árini, og tá er tað rættiliga tilvildarligt, um tey verða sædd undir eini teljing, har bert verður gingið eina ferð ígjøgnum økið. Summir fuglar síggjast heldur ikki, fyrr enn ein er heilt nær teimum, t.d. grágrælingur og fjallmurra, so teir verða undirmettir. 
Tølini fyri teir vanligu fuglarnar eru meira álítandi, men tað kann vera torført at meta um, hvørjir eru búfuglar og ikki, og hetta er helst veikasta punktið í teljingini. Tí hevði tað styrkt um teljingina, um allir fuglar vórðu skrásettir á kortið saman við teimum, sum vórðu mettir at vera búfuglapør. 
Sum sæst í talvu 2 og mynd 6-8, er ein minking farin fram síðani 1961 í flestu førum og serstakliga seinastu 10 árini. Skúgvastovnurin er tó mentur nógv hesi seinastu árini, og tjaldur, grátítlingur og steinstólpa trívast framvegis væl.

Í hesi teljing varð bert hugt eftir fugli, sum var á landi, meðan t.d. æður, sum lógu á sjónum, eisini vórðu taldar við í 1992 og 2001. Hesi tølini kunnu tí ikki samanberast beinleiðis, men tað, at als ongin æða var sædd í haganum, bendir á eina minking. Somuleiðis sær talið á gráspurvum og músabrøðrum eisini út til at vera minkað, men hesir stovnar kunnu sveiggja nógv í tali frá einum ári til annað. Jóannes Mikkelsen, sum býr í Skúvoy, metir tó ikki, at hesir stovnar eru minkaðir seinastu árini, og bæði kvørkveggjur, músabrøður og gráspurvar eru framvegis í oynni í vetur (2010/2011).
 
Tjaldur.jpg
Ein partur av heiðafuglinum er sjófuglur; kjógvi, skúgvur, likka, fiskimási og svartbakur, og teir eru tengdir at, hvussu nógv føði er í sjónum. Skúgvur og svartbakur taka tó eisini pisur og vaksnan fugl og kunnu tí klára seg, sjálvt um lítið av føði er í sjónum. Hin heiðafuglurin, sum mest livir av maðkum og skordýrum, nýtist ikki at sveiggja í tali, sum sjófuglurin. Men har er kanska eitt ávíst samband kortini, tí veðurlagið hevur stóra ávirkan á plantur og djór bæði á landi og sjógvi. 
Hóast vit ikki hava tøl fyri, hvussu nógvur heiðafuglur var “fyrr í tíðini”, so tykist tað, at heiðafuglurin eisini var sera nógvur, samstundis sum sjófuglurin var upp á sítt besta í seinastu øld; í 1940 og 1950 árunum. Hesi seinastu 8 árini hava verið sera vánalig fyri bjaragafuglin; lomvigan. lundan og rituna (Olsen 2011), samstundis sum heiðafuglurin er minkaður í tali. Tí er ikki óhugsandi, at broytingar í veðurlagnum, sum eru vánaligar fyri sjófuglin, eisini fyri ein part eru vánaligar fyri heiðafuglin; bæði tann sum finnur sær føði á sjónum og tann, sum finnur sína føði á landi. Fyri betur at skilja hetta, er neyðugt við kanningum, sum vísa gongdina í stovnunum ár um ár og helst eisini, hvussu nógvar pisur koma undan.
 
Tøkk 
Allir teljararnir verða takkaðir fyri arbeiðið. Teir vóru: Andrea Midjord, Sólveig Sørensen (Norðarihagi, Norðaripartur), Dinna Poulsen, Kristin Poulsen (Norðarihagi, Heimaripartur), Maria Róin, Ditlev Róin (Miðjan), Svenn Justinussen, William Simonsen (Uttarihagi, Heimaripartur), Jákup Durhuus, Silas Olofson (Bergið), Diana Thomsen og Petur Thomsen (Innangarðs). Eisini tøkk til Silas Olofson fyri at hava lisið handritið og til Janus Hansen fyri at hjálpa til við at gera kortini. Teljingin varð stuðlað av Innlendismálaráðnum.
 
Bókmentir.
  • Bloch, D. 1981. Fugletælling på Færøerne sommeren 1981 - foreløbig rapport – Dansk Ornitologisk Forenings Tidsskrift 75: 1-6.
  • Højgaard, D.P. 1995. Fuglakanningar í Skúvoy. Frágreiðing frá Føroya Fuglafrøðifelag 9: 25-27.
  • Joensen, A.H. 1963. Ynglefuglene på Skúvoy, Færøerne, deres udbredelse og antal. Dansk Ornitologisk Forenings Tidsskrift 57: 1-19. 
  • Olsen, I. 2002. Optælling af fuglene på Skúvoy. Antal, bestandsudvikling og habitatvalg af ynglefugle på en færøsk ø. Specialerapport, Københavns   Universitet. 108 s. 
  • Olsen, B. 2011. Bjargafuglur í Skúvoy 2010. Frágreiðing til Innlendismálaráðið. 6 s. 
 
Kelda: www.imr.fo
H
øvundur: Bergur Olsen