| Fleiri flogmýs í Føroyum |
|
|
| Tíðindi - Føroysk | ||||||||||||||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||||||||||||||
| Mikudagur, 15 September 2010 03:54 | ||||||||||||||||||
|
12. september 2010 sá Trygvi Midjord eina flogmús á grannahúsinum hjá sær í Hvalba. Rúni Thomsen tók síðani myndir av flogmúsini og fangaði hana. Flogmúsin var send til Nólsoyar, har Jens-Kjeld Jensen staðfesti hana at verða av slagnum hýggiflogmús Vespertilio murinus. Flogmúsin var send til Nólsoyar, har Jens-Kjeld Jensen staðfesti hana at verða av slagnum hýggiflogmús Vespertilio murinus. Flogmýs eru sæddar í Føroyum umleið 50 ferðir; men hýggiflogmús er bert skrásett 2 ferðir áður við vissu – 1 í Sandavági í 1988 og 1 í Hvalba í 1994. Hendan sama dagin - 12. september 2010 – fangaði Virgar Kjærbo eina trøllflogmús Pipistrellus nathusii í Víkarbyrgi. Sjá myndirnar her undir. 14. september 2010: Vit hava helst eina flogmúsainnrás í løtuni, tí Hjørdis Hávarsá sigur, at í minsta lagið 3-4 flúgva runt í Norðoyri. Somuleiðis flúgva í minsta lagið 4 flogmýs runt her í Nólsoy. Eisini var ein skrásett fyrr á árinum |







