| Fjallabrúður |
|
|
| Tíðindi - Føroysk | ||||||
| Skrivað av Janus Hansen | ||||||
| Sunnudagur, 03 Oktober 2010 16:13 | ||||||
Á Eiðiskolli finnist eitt plantusamfelag, sum verður kallað “fjallabrúðraheiðar”. Umframt at húsa stórum margfeldi av plantum, vera hesir fjallabrúðraheiðar hildnir at vera tekin um fornan gróður. Fjallabrúður er ein veturgrøn, túvuvaksin planta við trækendum, jarðløgdum greinum. Bløðini eru avlong, hjartavaksin við grundina, rundtent, grøn og blonk í ovara borði, hvít í niðara. Blóman, sum er frammi í juni-juli, minnir eitt sindur um summardáa í útsjónd, men er í veruleikanum heilt annaðleiðis uppbygd. Tey gulu “hárini” í miðjuni er sáðberar, ið, sum orðið sigur, bera sáðkornini (pollen). Hvítu bløðini við jaðaran á blómuni kallast krúnubløð. Eftirnavnið octopetala stavar frá griska octo, sum merkir “átta” og petalon, sum merkir “krúnublað”. Hetta heitið sipar til at blóman vanliga hevur 8 krúnubløð, sum er eitt óvanligt tal í rósuættini. Oftast hava blómurnar í rósuættini 5-talið sum grundtal. Summi skordýrasløg eru ígjøgnum tíðina ment soleiðis, at tey eru meir ella minni bundin av eini ávísari plantu. Eitt dømi um hetta er brúðarvevjari (Epinotia mercuriana), sum hevur tætt tilknýti til fjallabrúður. Brúðarvevjarin víggjar síni egg á fjallabrúðrina, og tá tey klekjast árið eftir, livir ormveran av plantuni. Fjallabrúður er sera sjáldsom í Føroyum og veksur einans á Eiðiskolli, oman fyri Gásadal og á hægstu fjøllum norðanfyri. Annars er hon at finna víða um í arktis og á høgum fjallatoppum í Europa og Norður Amerika. Í Íslandi er hon útnevnd til tjóðarblómu. Í sambandi við 22. mai, dagin fyri lívfrøðiligt margfeldi, fekk Eiðis kommuna postkort við fjallabrúður. Meira kann lesast um postkortini her. Les eisini |







