Torgið Tíðindi Føroysk Dýralívið í eini tjørn
Dýralívið í eini tjørn Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Fríggjadagur, 12 November 2010 05:30
tj_rnJH.jpg
Tjarnir eru at finna kring alt landið, og kannar tú tær nærri, kanst tú finna fleiri ymisk dýra- og plantusløg í og við tjørnina. Her verður bert nakað av dýralívinum lýst.
Vatnkálvaættin Dytiscidae er størsta ættin av vatnklukkum. Sløgini í hesari ættini rópa vit vatnkálvar. Hetta eru klukkur, sum liva fyri tað mesta undir vatni, men fleiri teirra kunnu eisini flúgva. Vatnkálvar hava ikki táknur, eins og t.d. mýggjabitaormverur, men mugu upp til vatnskorpuna fyri at fáa luft. Fyri at sleppa undan at svimja upp í heilum, savnar vatnkálvurin eina luftbløru undir ryggskjóldrunum. Eisini beinini eru lagaði til eitt lív í vatni. Tey eru stór og trevsut, og tað ger at, vatnkálvarnir kunnu svimja skjótt. Ormverurnar hjá vatnkálvum hava eisini trevsut bein og kunnu svimja. Í Føroyum eru sjey sløg av vatnkálvum skrásett.

Búksvimjaraættin Corixidae er ein ætt í tekuhópinum Hemiptera. Búksvimjarar hava long mið- og bakbeinin, sum eru loðin og áraskapað. Forbeinini eru stutt og ytstu liðirnir eru avrundaðir og lagdir við hárum, sum dýrið nýtir at fanga plantuæti við. Nøkur sløg eru rovdýr, men tey allarflestu sløgini eru plantuátarar burtur av. Hjá okkum eru einans tvey sløg av búksvimjarum skrásett.
Várflugur eru sløg í Várfluguhópinum Trihcoptera. Tær vaksnu várflugurnar flúgva og minna um firvaldar, meðan ormverurnar eru í vatni. Í tjørnum ber til at síggja “gangandi rør” á botninium. Rørini byggja ormverurnar úr plantuleivdum ella sandkornum. Byggitilfarið verður líma saman við silkitráði, og hvørt slagið hevur sín sermekta byggistíl. Á botninum kunnu eisini síggjast kløn rør gjørd úr móru, sum standa upp og niður. Hetta eru mýggjabitaormverur Chironomidae. Hjá okkum eru tjúgu sløg av várflugum skrásett, tó onkur teirra finna vit einans í áum.
Kombikk Gasterosteus aculeatus er eitt fiskaslag, sum kann gerast uml. 5-6 cm langt. Kombikk finnast í nærum øllum sløgum av vatni. Tey, sum eru nógv í søltum vatni hava brynjuplátur frammanvert, meðan tey, sum eru mest í feskvatni hava fáar ella ongar plátur. Eisini eru píkarnir á rygginum ofta styttri hjá feskvatnskombikkum. Millum kombikk er tað kallfiskurin, ið ansar eggunum. Tíðliga á vári gerst kallfiskurin reyður á undirsíðuni, hetta er tekin til kvennfiskin, um at hann er klárur til nøring. Hann byggir síðani eitt reiður úr ymsum plantuleivdum, sum hann límar saman við sevju úr nýrunum. Hagar lokkar hann kvennfiskar, ein ella fleiri, at gýta. Tá reiðrið er fult, 300-1000 egg, ansar hann reiðrinum til eggini klekjast, meðan hann við fjaðrunum alla tíðina rørir reinan sjógv at reiðrinum. Kombikk verða oftast ikki eldri enn 1-1½ ár, sjáldan eldri enn 4 ár.
Allýsingin av heitinum “tjørn” er ikki heilt greið, men ein breið lýsing er, at tjarnir eru størri enn hyljar og minni enn vøtn.

Kelda: www.ngs.fo