Torgið Tíðindi Føroysk Búfuglurin doyr!
Búfuglurin doyr! Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 25 Juli 2009 04:56
Mynd: Jens-Kjeld Jensen
Ternupisurnar í Nólsoy og ritupisurnar í Mykinesi byrjaðu at doyggja í hungri 20. juli 2009.
2009 tyktist annars verða eitt valaár fyri føroyska búfuglin. Seinast í juni og fyrstu 14 dagarnar av juli var ov mikið til av nebbasild, so ternurnar flugu við bæði 2-3 og 4 nebbasildum, hvørja ferð, tær vendu heim til pisuna. Brádliga kom vend í - tær vóru longri á sjónum, og komu bert inn við einari nebbasild hvørja ferð, og nú tann 23. juli doyggja so ternu- og ritupisurnar frá hond. Bara ta einu náttina millum 23. og 24. juli doyðu 231 ternupisur í bølinum í Stokkvík í Nólsoy!
 Hetta verður so fimta botnár á rað, og tað skuldi verið løgið, gerst støðan ikki tann sama hjá lundapisunum.



Búfuglur doyar
Nógvar pisur eru deyðar í hungri seinastu dagarnar. - Hetta er ein vanlukka, sigur fuglafrøðingurin, Jens Kjeld-Jensen.
Hóast 2009 tyktist verða eitt valaár fyri føroyska búfuglin, doyggja ternupisurnar í Nólsoy og ritupisurnar í Mykinesi í hungri.
 
Jens Kjeld-Jensen, fuglafrøðingur, sigur, at deyðu ternupisurnar í Nólsoy er nógvar í tali.
Nú, ið eingin nebbasild tykist vera, væntar nólsoyingurin, at eisini onnur fuglasløg kunnu verða rakt.
Hví nebbasildin tykist vera horvin fyri fugli, veit serfrøðingurin í Nólsoy ikki.
 
Kirsten Eliasen, sum í løtuni skrivar eina doktararitgerð um nebbasild, sigur, at ein av orsøkunum, til at nebbasildin er horvin, kann vera, at hann í seinastuni hevur verið høgur í ættini.