Roysningurin í Árnafirði Prenta E-mail
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 06 Mars 2010 11:55
Hvalros_1.jpg
Kelda: www.ngs.fo
Skrivað av Erik W. Born


Týsnáttina tann 23. februar 2010 fekk tað norðurlendska roysningasamstarvið undir NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) eitt heilt nýtt verkevni. Hesa náttina settu lívfrøðingar frá Føroya Náttúrugripasavni og Grønlands Naturinstitut í Nuuk ein fylgisveinasendara á ein roysning her á landi.

Óvanligur gestur

Sunnudagin tann 22. februar fingu hvalagranskararnir á Grønlands Naturinstitut boð frá Náttúrugripasavninum um, at ein stórur roysningur var komin inn á Árnafjørð. Roysningur er ein óvanligur gestur í Føroyum. Stovnarnir, ið eru næst við, halda til við Eysturgrønland og við Svalbarð – fleiri hundrað kilometrar úr Føroyum. Men tað kemur fyri, at roysningar vitja longri suður, fjart frá sínum vanligu tilhaldsstað. Tað hevur elvt til høvuðbrýggj um, hvaðan hesir roysningar koma, og hvagar teir fara, tá ið teir fara hiðan. Við einum lítlum fylgisveinasendara, sum granskarar á Grønlands Naturinstitut hava tilevnað og nýtt hesi seinastu árini fyri at fylgja við roysningum í Grønlandi, ber eisini til at finna fram til ferðamynstrið hjá tí føroyska roysninginum.
 
Neyðug loyvi
Mánadagin var nógv at gera. Útgerð mátti finnast fram og neyðug loyvi mátti fáast til vegar til at merkja roysning í Føroyum og til at nýta eina serbyrsu til at seta sendaran fastan við. Tá ið hetta var gjørt, vóru lívfrøðingarnir klárir at fara til Árnafjarðar. Roysningaserfrøðingarnir úr Grønlandi komu til Føroya mánakvøldið, og klokkan hálvgum 3 um náttina stóðu teir í kavarokinum í Árnafirði, klárir at skjóta tann lítla sendaran fastan í seigu húðina á roysninginum.
 
Sterka húð
Eftir at hava verið nakrar túrar úti á fjørðinum til at finna sær føði, lá roysningurin nú móður og dósin niðri í fjøruni og hvíldi seg. Tað var ein stórur brimil – at síggja til frískur og væl fyri. Ráð vóru løgd um at nærkast honum spakuliga aftanífrá. Frá 8-10 metra frástøðu varð sendarin skotin inn í bakið á roysninginum. Hann festist í húðina við einum flíggi, so hann verður sitandi. Roysningur hevur sera tjúkka húð. Á gomlum brimli kann húðin vera upp í 6 cm tjúkk. Eitt vevnaðarsýni varð eisini tikið. Roysningurin gjørdi ikki nógv um seg í sambandi við viðferðina, hann fekk. Roysningar eru vanir við at geva hvør øðrum ógvislig høgg við teimum stóru høggtonnunum, uttan at tað tykist ávirka teir stórliga.
 
Sendarin
Tann lítil fylgisveinasendarin vigar uml. 60 gramm – og tað er ikki nógv sammett við roysningsbrimilin, sum minst vigar 1,5 tons. Hvønn dag sendir sendarin upplýsingar upp til fylgisveinar, sum sveima í ringrás frá póli til pól uml. 850 km yvir jørðini. Ljósastu tíðina á degi verða upplýsingar sendir um, hvar roysningurin er, hvussu leingi hann hevur verið undir kavi, hitan í sjónum, hvar hann hevur ferðast – bæði í sjónum og á landi.
 
Vevnaðarsýni
Tað lítla vevnaðarsýnið kann siga okkum, hvaðan roysningurin kemur. Roysningarnir í Norðurhøvum liva í búfjøldum, ið eru ymiskar arvfrøðiliga. Roysningarnir við Eysturgrønland eru ymiskir frá roysningunum við Svalbarð. Við at bera saman DNA í vevnaðarsýnum av roysninginum í Árnafirði við sýni av roysningum úr Eysturgrønlandi og Svalbarð, kunnu vit staðfesta , hvar roysningsbrimilin hevur sín uppruna.
 
 
Endamál
Vónandi fer tann lítli sendarin at siga okkum, hvussu roysningurin í Árnafirði ferðast. Um sendarin ikki dettur av ella antennan verður brotin, kann hann senda okkum upplýsingar í fleiri mánaðir. Á henda hátt kunnu vit eitt nú fáa at vita, um vilstir roysningar eru førir fyri at svimja heim aftur til búfjøld sína.

20100301[1].jpg
Hvalros_1.jpg
Hvalros_2.jpg
Hvalros_3.jpg

 
information-pictorial