Rottutýning í Nólsoy Prenta E-mail
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Hósdagur, 11 Februar 2010 12:38
IMG_6016.JPG
Rithøvundur: Sjúrður Hammer
Eg gangi út frá at flestu fólk hava hoyrt um rottusporini ið vóru funnin úti í Nólsoy í seinastu viku. Fuglafrøðifelagið hevur sent skriv til kommununa, og verið í beinleiðis samband við persón í býráðnum fyri at biðja um at støðan verður tikin í størri álvara enn hon higartil hevur verið, og at fyribyrging má til um rottan ikki skal koma til oynna aftur og aftur.
Tó so, halda vit at okkurt má gerast skjótast gjørligt, meðan kavin liggur, tað er kalt og tað er lítið av mati fyri rottuna at eta. Fyri tað fyrsta halda vit at, vit mugu meta um støðuna, royna at finna fleiri indikatiónir ella helst beinleiðis prógv fyri at rottan er í Nólsoynni, og at meta um eventuellu útbreiðsluna av henni. Síðani kann týning skipast og effektiviserast, og gjarna eisini fyribyrging. Men sum nú er, eru vit bert í innleiðandi fasuni, og tað var í tí sambandi eg fór út í gjár við nøkrum búr-fellum, men serliga fyri at seta nakrar útbreiðsluindikatorar út soleiðis at vit kunnu vita um hon finst har, men serliga um hon møguliga hevur ella í ferð við at breiða seg suðureftir til hvítu urð, har ið tað stóra drunnhvítabøli er.

Nú ljóðar útbreiðsluindikatorar so fornemt, men talan er um eina sera einfalda og eleganta metodu sum Bernard Zonfrillo úr Glasgow nevndi tá ið hann var í Føroyum fyri at gera eina meting um tað kundi lata seg gera at týna rottuna av ávísum oyggjum í Føroyum. Lítlir træ íspinnar verða lagdir í smelta smør, og síðani stillaðir at storkna. Pinnarnir kunnu síðani stillast í bøin ella har ið rotta kemur framá, og tankin er at rottan luktar smørið og ferð síðan at gnaða pinnin, og tey sporini koma at síggjast eftir á pinninum. Zonfrillo og aðrir rottukønir persónar siga tað verða væl gjørligt at síggja mun á rottu og mús uppá hvussu sovorit verður gnaga, so hetta eigur ikki at verða ein trupulleiki í Nólsoy.

Eg fór út leygardagin 6 februar kl 9.55 og bleiv móttikin av Marnar á Skúrð, sum beinanvegin vísti mær runt har ið rottan var sædd, og har ið teir hava funni eina holu, sum kundi líkst einari rottuholu. Fólk sum hava gingið túr forbí har við hundi, hava lagt til merkis at hann gerst frá sær sjálvum tá hann kemur framvið holuni. Teir lukta uttan iva okkurt, men tað kann so fyri tað sama verða mús. Eisini beint við eiga starar í grótgarðinum, og Marner segði frá at har hevur verið okkurt sum hevur forstýra teir seinasta summar.

Jens Kjeld skrivaði í 2002 eina stutta grein um tær frásagnir sum hava verið um rottu í Nólsoy. Talið kom á heilar 5 ferðir har ið man rættiliga álítandi kann siga at helst hevur verið rotta í Nólsoy. At hon ongantíð skal verða komin fyri seg, vildi verið ótrúligt, so tað er ikki óhugsandi at hon hevur verið har úti í nøkur ár, og er byrja at koma fyri seg. Tí sum man sigur, tá man sær eina rottu, munnu tað helst verða nógv fleiri sum man ikki sær.

Aftaná vit høvdu sett 2 fellur tætt við rottuholuna, so settu vit ta triðju yvir í eitt neyst har ið ein rotta var sædd í 90'unum. Marnar hevur lagt nógv eitur runt í bygdini og framvið bøgarðunum, sum kann síggjast frá kortinum, men okkara vón er at fanga tað livandi, so man veit hvat tað er, og at tað heilt sikkurt er deytt. Við eituri skýtir man eitt sindur í blindum, tí man ikki um tað er rotta ella mús sum hevur tikið av tí, ella hvussu nógvar eru.

Aftaná vísti Marnar sindur runt, og eg setti pinnarnar niður har ið eg ætlaði. Eg meti ikki meg sjálvan sum nakran rottu serfrøðing, men eg royndi at leggja meg eftir at seta pinnarnar har ið tað kundi væntast at rotta kom framvið. Hetta er helst nakað ið verður betur og betur gjørt so hvørt sum man fær royndir. Eg setti nakað yvir 100 pinnar niður og fyri hvønn pinn skrásetti eg støðuna í GPS'aranum, sum vónandi skuldi lætt um tá ið teir skulu finnast aftur. Tað er ongin ivi um at tað verður torført at finna aftur, og tí hopi eg at kunna lokkað 2-3 fólk við mær út til Nólsoyar leygardagin 20.februar, sum kundi hjálpt við í leitingini. Eg vænti ikki at tað skuldi tikið nógv meir enn 3 tímar. Óansæð um tú ert limur í Fuglfrøðifelagnum ella ei, so skalt tú verða hjartaliga vælkomin at skriva til mín á: sjurdur@hotmail.com ella ringja á 583077, um tú ert áhuga/-ur at verða við í hesum túrinum.

Vinarliga
Sjúrður Hammer

844.jpg
Kort2.JPG
IMG_6033.JPG
IMG_6022.JPG
IMG_6008.JPG
IMG_6011.JPG
IMG_6012.JPG
IMG_6013.JPG
IMG_6016.JPG
IMG_6018.JPG
IMG_6025.JPG
IMG_6027.JPG
IMG_6030.JPG
     




 
information-pictorial