Torgið Tíðindi
Tíðindi
Rottutýning í Nólsoy Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Hósdagur, 11 Februar 2010 06:38
IMG_6016.JPG
Rithøvundur: Sjúrður Hammer
Eg gangi út frá at flestu fólk hava hoyrt um rottusporini ið vóru funnin úti í Nólsoy í seinastu viku. Fuglafrøðifelagið hevur sent skriv til kommununa, og verið í beinleiðis samband við persón í býráðnum fyri at biðja um at støðan verður tikin í størri álvara enn hon higartil hevur verið, og at fyribyrging má til um rottan ikki skal koma til oynna aftur og aftur.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Rotta í Nólsoy Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 03 Februar 2010 05:07
rotta1[2].jpg
Kelda: www.jenskjeld.info

Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen kunnu vit nú lesa, at rottuspor eru at síggja í Nólsoy. Hetta er eitt ótrúliga stórt vandamál.
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


Flogmús í Hvalba Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 01 Desember 2009 06:07
Rúni Thomsen hevur sent okkum myndir av eini flogmús. Hon varð funnin í gjár, ímillum grótið í einum úthúsi í Heyggi í Hvalba.
 
Hon er uml. 7 cm til longdar og flogið umleið 12 cm.
 
flogmus_0.jpg
flogmus_1.jpg
flogmus_2.jpg
 


 
 
Viðmerkingar (0)


Búfuglurin doyr! Prenta Email
Tíðindi - Føroysk
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 25 Juli 2009 04:56
Mynd: Jens-Kjeld Jensen
Ternupisurnar í Nólsoy og ritupisurnar í Mykinesi byrjaðu at doyggja í hungri 20. juli 2009.
2009 tyktist annars verða eitt valaár fyri føroyska búfuglin. Seinast í juni og fyrstu 14 dagarnar av juli var ov mikið til av nebbasild, so ternurnar flugu við bæði 2-3 og 4 nebbasildum, hvørja ferð, tær vendu heim til pisuna. Brádliga kom vend í - tær vóru longri á sjónum, og komu bert inn við einari nebbasild hvørja ferð, og nú tann 23. juli doyggja so ternu- og ritupisurnar frá hond. Bara ta einu náttina millum 23. og 24. juli doyðu 231 ternupisur í bølinum í Stokkvík í Nólsoy!
 
Viðmerkingar (0)   Les meira...


<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 5 Næsta > Síðsta >>

síða 5 av 5