| T-shirtir við tvístertu prenti |
|
|
|
| Skrivað av Janus Hansen | ||
| Hósdagur, 22 Oktober 2009 21:24 | ||
|
Føroysk dýr á t-shirt, fyrsta dýr er ein tvísterta! Vit hava valt tvístertuna sum motiv, ti hon er ein væl kendur partur av okkara náttúru. Vit hava verið úti í náttúruni og tikið mynd av tvístertuni og myndin er gjørd til strikutekning, og síðan gjørd til prentmynd. Vit hava valt at t-shirtirnar skulu vera gjørdar úr vistfrøðiligum bummull - eftir okkara metan tann einasti rætti hátturin at dyrka bummull. Vistfrøðiligt bummull verður dyrkað uttan eiturevni og við vistfrøðiligum tøðum. Bummulli er tí dýrari enn vanligt. Men er eisini er av tí sama lekrari og bleytari enn vanligt.
T-shirtirnar eru vaskaðar áðrenn prenti kom á, so tær tódna ikki.
Prenti er ein stór tvísterta og ein í rættari stødd (uml. 1,5 cm). Umframt tvístertuna stendur skrivað: "Tvísterta" og latínska navnið "Forficula auricularia" . -Les meira í Frøði um tí føroysku tvístertuna. Greinin er á síðu 24- Harra t-shirt er at fáa í str L og XL - Harra t-shirt er olivingrøn (armygrøn) við myrkagráum prenti.
Damu t-shirt er at fáa í str M og L - Damu t-shirt er offwhite við pinklittum prenti.
Tú kanst altíð býta um innan 14 dagar. Kostnaður 298 kr. Gjalding á Reg: 6460 Konto: 4796340 í Føroya Banka. | ||
| Viðmerk... | ||



.jpg)





