| Sjáldsamir Fuglar |
|
|
| Skrivað av Janus Hansen |
| Mánadagur, 17 August 2009 07:55 |
|
Tá sjáldsamir fuglar verða sæddir í Føroyum, eiga vit at fráboða tað til Sjældenheds Udvalget. Hetta er ein serfrøðingabólkur hjá Dansk Ornitologisk Forening, sum metur um hvørt tað tú hevur sæð, er nokk til at siga heilt víst hvat slagið er. Metingin hjá SU um fráboðaðar fuglar í Føroyum sæst her. Teir fuglar sum skulu fráboðast standa í SU listanum fyri Føroyar og navnið stendur við reyðum í Fuglar. Eg havi gjørt eitt oyðublað, sum er lætt at fylla út og senda. Tað eru fimm teigar at fylla út. Har standa uppskot um hvat tú kanst skriva, men einki er kravt. Tað er heldur ikki kravt at tú skalt nýta hetta oyðublaðið. Um tú vilt nýta hetta oyðublaðið, sum er ein PDF fíla, so tekur tú tað niður á telduna og fyllur tað út. Tú kanst so goyma tað og senda tað sum teldupostur, ella prenta tað út og senda sum vanligur postur. Um tú hevur myndir ella okkurt annað, sum kunnu vátta slagið, send tað so við. Mannagongdin hjá okkum er ikki at senda beinleiðis til SU, men til Søren Sørensen (marie.soren@mail.tele.dk) ella Silas Olofson (silasolofson@gmail.com) sum eru ráðgevar fyri Føroyar í SU. Oyðublað (um teldan ikki klárar at lesa PDF, so manglar tú Adobe Reader) Her er eitt dømi um hvussu eg havi fylt eitt oyðublað út. Eisini viðhefti eg hesa og hesa myndina. Sigast skal, at tað als ikki er neyðugt at skriva so nógv sum eg havi gjørt har, serstakliga tá myndir fylgja við. Tað er bara neyðugt við teimum mest grundleggjandi upplýsingunum, hvør sá hvat og nær og hvar. Eftir ætlan koma niðurstøðurnar hjá SU at standa í Veingjasuð (fyrrverandi Frágreiðing Frá Føroya Fuglafrøðifelag) á hvørjum ári. [2009-06-01: Eg havi broytt oyðublaðið.] [2010-04-04: SU listin fyri Føroyar er broyttur.] |







