Gekk tú ein túr í dag?
Fortel um tað tú sást á túrinum: fuglar, plantur ella okkurt annað.
Tú kanst skriva á FaroeNature, sjálvt um tú ikki ert tilmeldaður limur.
Í Ymiskt kanst tú:
  • Vísa myndir tú hevur tikið.
  • Seta spurningar
  • Siga fra onkrari eygleiðing, eisini um hon ikki er óvanlig
 

 
 





Viðmerk...
 



Banner
Føroyar – Reinar og grønar
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 15 Juli 2009 10:51
S_rv_gs_bj_rgini.JPG
Tilvildarlig landslagmynd.
Landstýrið hevur ymisk jørn í eldinum fyri tíðina. Tað skal branda føroyar, tað skal á ráðstevnu um útlát og ikki minst uppgávan, sum altíð skal loysast, men altíð liggur á láni: aðrar vinnur enn fiskivinnan mugu finnast.
Viðmerk...
Les meira...
 
Trý nýggj fuglasløg skrásett í Føroyum
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Sunnudagur, 10 Mai 2009 00:00
Í vár eru fyribils trý fuglasløg skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð. Tvey teirra enntá dag um dag.

Ein silvurhegri Egretta alba varð sæddur í Hvalba og Sandvík frá uml. 19. apríl og eina viku fram. Silvurhegri er á stødd við vanligan hegra, men er snjóhvítur. Teir stovnar, ið eru næst við, eru í Mið- og Suðurevropa. Tó hava fleiri og fleiri silvurhegrar verið sæddir longri norðuri seinastu árini, og í Íslandi eru minst tríggir silvurhegrar skrásettir.
Viðmerk...
Les meira...
 
Vágar
Goymsla - Støð at hyggja eftir fuglum
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 20 Januar 2009 18:04
DSC_8479.jpg
Tindhólmur.

Um tú ert í bili í Vágum og hevur eina løtu at brúka - ein tíma ella tveir - so er tað eitt sera gott høvi, til at hyggja eftir fuglum.

Viðmerk...
Les meira...
 
Endurnýggja náttúrusíða
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 03 Januar 2009 00:00

FaroeNature.net er nú endurnýggja.

Sum sæst er sniðið púrasta broytt og vónandi vakrari og lættari at hava við at gera. Ein onnur grundleggjandi broyting er, at tað nú finnast síður við kunnandi teksti um Føroya Nátúr, t.d. Fuglar, Skordýr og Plantur.
Heimasíðan er løgd til ein nýggjan veitara, har atgongd er til betur pláss og meira minni. Eingin avmarking er á hvussu nógv tilfar kann leggjast út.
Fyrr stóðust trupuleikar av ov stórum myndum. Hetta skuldi nú verið ein minni trupulleiki - vónandi er hann heilt horvin.

Viðmerk...
Les meira...
 
Kúhegri, nýtt slag fyri Føroyar
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Mikudagur, 01 Oktober 2008 00:00

Kúhegri
Kúhegri (Silas Olofson) 

Ein kúhegri (Bubulcus ibis) hevur verið at sæð á Viðareiði nakrar dagar. Hetta er fyrstu ferð, at kúhegri er skrásettur í Føroyum.

Kúhegri er ein lítil hegri, bert eitt sindur størri enn spógvi. Í Íslandi er kúhegri skrásettur fýra ferðir og tveir av teimum kúhegrunum vóru sæddir 27. septembur í ár. Kúhegri eigur vanliga í Suðureuropa, Asia, Afrika og hevir síðani 1930'unum eisini fest búgv í Amerika. Um fuglurin á Viðareiði er komin úr Europa ella Norðuramerika er ilt at meta um.

Viðmerk...
Les meira...
 
Asplenium scolopendrium, nýtt plantuslag fyri Føroyar
Tíðindi - Tíðindaskriv
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 08 Oktober 2007 00:00
Phyllitis scolopendrium

Asplenium scolopendrium
(Jens-Kjeld Jensen)

Sunnudagin 30. September fann Dánjal Jespersen eitt nýtt plantuslag fyri Føroyar. Hetta var ein planta í trøllakampsættini, sum ikki hevur fingið nakað føroyskt navn enn, men sum á latíni eitur Asplenium scolopendrium. Hesin trøllakampur er sjáldsamur í Norðanlondum. Bløðini eru 10-40 cm til longdar og hann er eyðkendur við tað, at bløðini eru heilrandað, og ikki finnut sum aðrir trøllakampar.

Viðmerk...
Les meira...
 
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 Næsta > Síðsta >>

Page 6 av 7




















Tilvildarligar myndir





















Leita
RSS-feeds
Samband
Hjálp til
Lýs
Treytir
Orðaskifti | Fílusavn | FaroeNature.net
Tíðindi | Blog | Alt
Janus Hansen |
webmaster@faroenature.net | (+298) 22 59 33 | Skype:janus.hansen.fo
Kunna teg um hvussu tú kanst
hjálpa til við umsitingini av FaroeNature.
Kunna teg um hvussu tú kanst
lýsa.
Kunna teg um
treytirnar við at endurgeva av www.FaroeNature.net.
 
information-pictorial