Okkurt er galið við viðmerkingunum undir skrivum á Forsíðuni. Loysnin eg brúki riggar ikki væl, so eg hyggi eftir øðrum møguleikum.
 



Banner
Útferð í Suðri 4.-6. september
Føroya Fuglafrøðifelag - Kunning
Skrivað av Janus Hansen   
Mánadagur, 07 September 2009 00:11
20090905-LJH-suduroy-5.jpg
Í Hvalba hyggja vit eftir snælduont.
Fyrsta vikuskifti í september vóru fýra limir í Fuglafrøðifelagnum í Suðri. Endamálið var sjálvsagt at hyggja eftir fugli. Tilsamans sóu vit 56 sløg.
Les meira...
 
Myndir úr fjøruni
Blog - Joan Petur
Skrivað av jpp   
Fríggjadagur, 04 September 2009 12:12
P1010932.JPG
Krossfiskur.
Í seinastuni havi eg gjørt nakað burtur úr at taka myndir í fjøruni. Eg brúki eitt lítið vatntæt Panasonic DMC FT1 myndatól. 
Les meira...
 
Tistilfirvaldar hjá Kára
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Týsdagur, 01 September 2009 18:29
DSC00173.JPG
Tistilfirvaldur.
Kári á Lofti sá fyri trimum vikum síðan nakrar ormverur í garðinum. Hann ringdi til mín, fyri at spyrja hvat slag hetta var. Tað kundi eg slett ikki svara, men segði at ein máti at finna útav tí var við at klekja tær. Tað royndi hann so.
Les meira...
 
Skordýr á Náttúrugripasavninum
Blog - Janus Hansen
Skrivað av Janus Hansen   
Fríggjadagur, 28 August 2009 18:56
20090828-LJH-skordyr-1.jpg
Trantklukka.
Við jøvnum millumbilum koma fólk á Náttúrugripasavnið við skordýrum og líknandi, fyri at vita hvat tað er, um um tað kann gera nakran skaða.
Her eru nøkur eg hugdi eftir í dag.
Les meira...
 
Norðljómari
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mikudagur, 26 August 2009 21:50
25. aug. var eg ein túr í Svínoy. Tað var fínt veður og nógv var at síggja. Í fjørðuni vóru 2 íslandsgrælingir, 9 fjallamurrir, 3 sandgrælingar, 2 svarthálsur, 2 stelkar og fleiri tjaldursgrælingar. Men mest áhugavert var kanska, at nógvir ljómarar vóru at síggja. Eini 25 leyvljómarar, 1 grannljómari og fleiri, sum vóru sera styggir og ringir at greina. Men tað eydnaðist at enda at fáa mynd av einum av teimum sum argaðu, og tað vísti seg at vera ein Norðljómari. Hetta er fjórða skráseting á Føroyum.
Les meira...
 
Túrur vestanfyri Mykines
Blog - Birding Faroes
Skrivað av Silas   
Mánadagur, 17 August 2009 11:39
12. aug. vóru Rodmund á Kelduni og eg ein túr eini 10 fjóringar vestan úr Mykineshólm. Vit fóru fyri at hyggja eftir sjófugli. Til hetta endamál høvdu vit lýsi og fiskalivur við, fyri at lokka fuglarnar at koma.

Sunnanfyri Mykines vóru nógvir fuglar at síggja. M.a. sóu vit í alt yvir 500 skrápar, 8-10 gráskrápar, fleiri kjógvar, skúgvar og nakað av ritu, lunda og havest. Tá vit komu nakað vestanfyri hólman sóu vit drunnhvítar. Í alt sóu vit eini 5 sýldar drunnhvítar og eini 10-15 drunnhvítar.

Av tí at vit ikki høvdu annað enn kumpass og radio umborð, vildu vit ikki sigla meir enn eini 10 fjóringar úr landi. Tí komu vit ikki út á heilt djúpan sjógv, har kjansurin fyri at onnur sløg sum t.d. stórskrápur, ternumási o.a. kanska kunnu síggjast, um ein er heppin, eru størri.

Men sum heild ein sakin túrur.

Alm_skr_pe2.jpg
Alm_skr_pe3.jpg
Lille_storm1.jpg
Lille_storm2.jpg
Sodfarvet_skr_pe1.jpg
 


Silas
 
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 Næsta > Síðsta >>

síða 5 av 7




















Tilvildarligar myndir





















Leita
RSS-feeds
Samband
Hjálp til
Lýs
Treytir
Orðaskifti | Fílusavn | FaroeNature.net
Tíðindi | Blog | Alt
Janus Hansen |
webmaster@faroenature.net | (+298) 22 59 33 | Skype:janus.hansen.fo
Kunna teg um hvussu tú kanst
hjálpa til við umsitingini av FaroeNature.
Kunna teg um hvussu tú kanst
lýsa.
Kunna teg um
treytirnar við at endurgeva av www.FaroeNature.net.
 
information-pictorial