|
Tíðindi -
Føroysk
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 01 Desember 2009 12:07 |
|
Rúni Thomsen hevur sent okkum myndir av eini flogmús. Hon varð funnin í gjár, ímillum grótið í einum úthúsi í Heyggi í Hvalba.
Hon er uml. 7 cm til longdar og flogið umleið 12 cm.
| | Viðmerk... |
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 17 November 2009 00:00 |
[Dagført: 17-11-2009]
Eg (Janus), Jóan Petur, Willi og Hans Eli vóru í Mykinesi 16-18 Oktober. Sagt var frammanundan, at eitt endamál við túrinum var at síggja smáfuglar, sum vóru farnir av leið og vórðu endaðir har. Hóast mykinesmenn søgdu at nógvur smáfuglur hevði verið har fyrr í vikuni, so sóu vit einans ein ljómara. Men tíbetur var tað ikki einasta endamálið. Mykines er ein vøkur og spennandi oyggj og eitt vikuskifti har, er altíð eitt gott upplivilsi.
| | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Mánadagur, 16 November 2009 23:15 |
Hugnakvøldið ið lýst varð at vera 21. november; verður á staðin fríggjadagin 27. november kl. 19 í Mammulág 5. Hetta er tí at nógv av teimum, ið vanliga eru við, ikki kundu tann 21.
Eins og vanligt er hetta eitt samanskotsgildi. Hvør tekur okkurt við av mati. Drykkivørður verða at keypa fyri innkeypsprís.
Ringið 583941 (Andrea) og meldið til - og sigið eisini hvat tit ynskja at taka við av mati.
| | Viðmerk... |
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 03 November 2009 22:44 |
Vil tú arbeiða við smyrlastovninum í Føroyum?
Rovfuglegruppen hjá Dansk Ornitologisk Forening arbeiður við at víðka um sítt virksemi, og vil eisini samstarva við fólk í Føroyum. Tað er ikki neyðugt at kanna allar Føroyar ella allar smyrlar. Í stuttum er ynskiligt, at tú fylgir við smyrlastovninum í einum smærri øki - t.d. har tú býrt.
Um ein ella fleiri vilja vera við í hesum, so er Fuglafrøðifelagið til reiðar at hjálpa við samskipan og samskifti.
Hevur tú spurningar ella áhugað, skriva so til
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
ella Rovfuglegruppen við spurningum.
Eitt longri skriv um Rovfuglegruppen er niðanfyri.
| | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Føroya Fuglafrøðifelag -
Kunning
|
|
Skrivað av Janus Hansen
|
|
Týsdagur, 03 November 2009 19:13 |
2009 hevur verið eitt sera áhugavert ár. M.a. eru fleiri nýggj sløg eru skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum. Mikukvøldið 4. november hevur Silas Olofson framløgu um hesi sløg og annað áhugavert í samband við fuglar í Føroyum.
| | Viðmerk... |
|
Les meira...
|
|
Blog -
Joan Petur
|
|
Skrivað av jpp
|
|
Týsdagur, 20 Oktober 2009 19:51 |
Í vikuskiftinum vóru William, Janus, Hans Eli og eg ein vikuskiftistúr úti í Mykinesi. Tíverrið sóu vit ikki so nógvan fugl, bert eini 25 sløg tilsamans, og ongan SU fugl. Tað letur til at vit hava verið eina viku ov seinir. Kortini var túrurin sera góður. Her er eitt lítið filmsbrot frá túrinum.
| |
|
Les meira...
|
|
|
|
|
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 Næsta > Síðsta >>
|
|
Page 2 av 7 |