Hey øll!
Í dag var eg ein lítlan túr úti í Grøv. Eg gekk runt í eini 20 min uttan at síggja nakað serligt. Beint tá konan kemur eftir mær aftur kemur ein svartgleða flúgvandi oman fyri grøvina. Eg fái nakrar myndir og ringi síðan til fólk og sigi frá. Eg síggji svartgleðuna flúgva 45 min yvir Klakvík, hvar hon bæði er uppi á Kjøl og yviri í Brúnaskarði, men missi hann tá eitt heglingsæl kemur. Tíbetur finna Rodmund og eg hann aftur seinni úti í Grøv. Hon bleiv alla tíð illa happað av másum, tjøldrum og krákum, men hopi at hon at síggja yvir Klaksvík í morgin eisini.
Hetta er fyrsta skráseting av svartgleðu (milvus migrans) og av milvus-familjuni yvirhøvur. Tó skrivaði Jens-Kjeld um eina møguliga 22. apríl 2008 á Viðareiði, men eg havi ikki hoyrt meiri til ta eygleiðingina.
So tvey nýggj sløg fyri landið uppá tveir dagar. Tað má sigast at vera óvanligt!
Vinarliga
Silas
Svartgleða
First unread post • 1 boð • Síða 1 av 1
Svartgleða
1 boð • Síða 1 av 1
|
|
| Bridge by mehdiplugins.com |





