Hey øll!
Rúni Thomsen hevur tikið myndir af einum silvurhegra í Hvalba. Helst eru myndirnar tiknar 19. april. Fuglurin hevur verið at sæð bæði í Hvalba og Sandvík segði Rúni í telefonsamrøðu í dag. Hann mailaði til faroenature um fuglin longu 19. apríl, men tíverri komu boðini ikki víðari. Rúni hevur leita í dag í bæði Hvalba og Sandvík uttan at finna fuglin. Hetta er fyrsta skráseting í Føroyum. Silvurhegri er sæddur 2 ferðir í Íslandi til og við 2002.
Myndir kunnu siggjast her: http://picasaweb.google.com/runith/Silv ... 7105630242
Annars sá Símun Poulsen í Múla eina snjóuglu sunnanfyri Múla ígjár. Hann tók myndir og gav boð til Náttúrugripasavnið. Uglan bleiv illa happað av skatumásum og rýmdi. Hon var ikki at síggja ídag.
Vinarliga
Silas
Silvurhegri og snjóugla
First unread post • 1 boð • Síða 1 av 1
1 boð • Síða 1 av 1
|
|
| Bridge by mehdiplugins.com |





