eBird

ALT (!!) sum hevur við náttúru at gera. Ein vanlig eygleiðing, ein "býttur" spurningur, einki er so týðningarleyst at tað ikki kann skrivast her.
Post Reply [phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

eBird

Unread post by Janus Hansen » 11 May 2016, 20:22

Tú kanst spyrja um eBird her.

Les grein her: http://www.faroenature.net/bloggar/leiv ... ebird.html
Heilsan
-Janus

Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

Re: eBird

Unread post by Janus Hansen » 13 May 2016, 07:20

Tað er sera einfalt at telja og skráseta.

Tað eru bara tvey ting tú skalt minnast til:
- Tú telur alla teir fuglar tú kennir í økinum, sum tú hevur valt.
- Tú skrásetur dato, klokkuslett og hvussu langa tíð tú brúkti.

Ella
- Tú telur alla teir fuglar tú kennir á leiðini, sum tú hevur valt at ganga.
- Tú skrásetur dato, klokkuslett, hvussu langa tíð tú brúkti og hvussu lang leiðin var.
Heilsan
-Janus

Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

Re: eBird

Unread post by Janus Hansen » 13 May 2016, 21:30

Vit eru nøkur, sum ætla at brúka dagin uppá at telja, og sum hava pláss í bilinum til onnur.

Svein-Ole Mikalsen fer til Sands. Hann koyrir fer frá Gamlarætt 08.45 (um pláss er í ferguni) og er aftur kl. 15.45 eller 17.15.
Eg byrji at telja í Vágum og fari helst síðan úr oynni.
Andrea og William farða úr Havnini Norðureftir.
Svenn fer til Suðriar við bili.

Óansæð um tú ætlar við bili, ella bara vil telja fuglarnar í tínum hava, ella í grannalagnum, so ber altíð til at spyrja her, á Facebook ella, at ringja til mín á 790571, ella William á 282058.
Heilsan
-Janus

Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

Re: eBird

Unread post by Janus Hansen » 13 May 2016, 21:48

Her eru dagsins skrásetingar http://ebird.org/ebird/globalbigday
Heilsan
-Janus

Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

Re: eBird

Unread post by Janus Hansen » 14 May 2016, 22:39

So var dagurin liðugur fyri mítt viðkomandi. Byrjaði tíðliga. Fyrsti kekklistin var fingin frá hondini áðrenn kl. 7. Taldi her vestri í Vágum til kl. 11. Fór til Havnar eftir Jóhannis. Vit koyrdu runt og taldu. Um kl. 14, ringdi Kári Sólstein frá Surk sendini hjá KVF og spurdi um eBird og Global Big Day. Vit endaðu millum fjarða og endaðu um kl 19.
Eg bíði framvegis spentur eftir, at allar teljingarnar koma frá teimum sum hava luttikið, men tað er sera hugaligt at síggja, at fleiri, sum eg ikki visti av, hava skrásett fuglar. Vónin er so sjálvsagt, at tey halda á at brúka eBird og skráseta fuglar í Føroyum.

Teljingar og skrásetingar eru at finna á eBird.org.
Attachments
DSC_2193.jpg
DSC_2264.jpg
DSC_2330.jpg
Heilsan
-Janus

Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

Re: eBird

Unread post by Janus Hansen » 15 May 2016, 09:03

Annars kann sigat, at orsøkin til, at nakað bleiv gjørt við eBird Global Big Day í Føroym er Svein-Ola Mikalsen fyri at takka.
Á aðalfundinum hjá Fuglafrøðifelagnum, legði hann fram um eBird og helt, at Global Big Day var eitt gott høvið til eitt átak. So tað er hann ið hevur verið primus motor og hevur skrivað greinina, sum liggur her á FaroeNature.net.
Heilsan
-Janus

Post Reply
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable