Nú skal lundin friðast

ALT (!!) sum hevur við náttúru at gera. Ein vanlig eygleiðing, ein "býttur" spurningur, einki er so týðningarleyst at tað ikki kann skrivast her.
Post Reply [phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
Janus Hansen
Posts: 938
Joined: 30 Mar 2005, 15:15
Location: Sandavágur
Contact:

Nú skal lundin friðast

Unread post by Janus Hansen » 14 Apr 2016, 19:00

in.fo wrote: Má takast í álvara - nú skal lundin friðast
Áki Bertholdsen 14.04.2016

Image

Nú skal lundin friðast!
Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fuglaveiðimálum.

Í nógv har hevur verið ført fram, hvussu illa lundastovnurin er fyri, og fuglafrøðingar hava leingi mælt til, at hann verður friðaður til hann mennist aftur.

Spurningurin var fleiri tikin fram nakrar ferðir undir seinastu samgongu. Serliga var tað Tjóðveldi, sum reisti málið, men undanfarna samgonga vildi ikki taka politisk stig til at friða stovnin.

Tey vístu á, at tey, sum dugdu best best at stýra veiðini eftir stovninum, eru nettupp veiðifólkini sjálvi, og er lundastovnurin illa fyri, skulu tey nokk finna sjálvi útav at friða hann. Tað eru eisini pláss, har tey sjálvboðin hava friðað stovnin.

Men annars er veiðan farin niður í at kalla einki nógva staðni og í undanfarnu samgongu mettu tey eisini, at tað, at stovnurin verður so lítið troyttur, er eitt verndartiltak í sær sjálvum.

Men næstsíðsta samgonga legði tó eitt uppskot fyri Løgtingið um at geva landsstýrismanninum heimild til at friða fugl, men tað málið varð ongantíð avgreitt fyri løgtingsvalið. Sostatt datt tað burtur, og varð ikki lagt framaftur.

Men Høgni Hoydal, sum nú umsitur fuglaveiðimál, heldur, at tann vánaliga støðan, lundastovnurin er í, má takast í álvara.

Tí fer hann nú at taka stig til at friða stovnin og í løtuni kannar hann, hvørjir møguleikarnir eru.

Hann sigur, at ein møguleiki er at heita á grannastevnurnar kring landið taka málið upp. Men við hesum háttinum er greitt, at úrslitið fer at verða ymiskt kring landið, tí tað veldst alt um, hvørja niðurstøðu grannastevnurnar koma til.
Men hin møguleikin er at landsstýrismaðurin fær heimild til at friða lundan.

Sjálvur ivast Høgni Hoydal ikki í, at kring landið er áhugin tann sami, og hann er at verja lundastovnin, spurningurin er bara, hvussu farast skal fram. Men hann sigur, at tað verður rættiliga skjótt, at hann fer at taka støðu til, hvussu lundin skal friðast.

Landsstýrismaðurin sigur, at vit hava heldur ikki nóg góð hagtøl um støddina á stovninum og um veiðina, og tað heldur hann eisini, at tað verður neyðugt at útvega.

Undir seinastu samgongu var tað serliga Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum tók málið upp. Í tí sambandi vísti hon á, at fyrr var vanligt at veiða 150.000 - 200.000 lundar í Føroyum um árið, og so seint sum í 2000 fleygaðu føroyingar 100.000 lundar. Men síðani er tað gingið óhugnaliga skjótt afturá og nú er at kalla ongin lundi til at fleyga yvirhøvur.

Fuglafrøðingar hava ført fram, at tað er ikki ovurveiða, sum hevur beint fyri stovninum, men føðitrot og tí hava teir staðiliga mælt til, at lundin verður friðaður í nøkur ár, til hann mennist aftur.
Heilsan
-Janus

Post Reply [phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable