Fyrr í vikuni boðaði Abraham Mikladal frá, at Bergur Mikladal hevði gingið í haganum í myrkri, og hevði lagt merkið til, at ljós kundi síggjast í svørðinum, har hann traðkaði. Eftir at hava hugt nærri, kundi hann staðfesta, at lítlar prikkar av ljósi sóust har hann skavaði í ávísum vátum mosa.
Hetta ljóðaði somikið spennandi at eg, William Simonsen og Jóhannis Danielsen fóru ein túr inn til Syðrugøtu, í myrkrinum í Kvøld. Har vísti Bergur okkum hetta fyribrigdi - eitt ella annað slag av bioluminisensi, eins og mureldur.
Eg fekk tikið nakrar myndir. Á myndunum tykist hetta vera grønt, men vit sóu tað sum meira blátt. Ljósið er sera veikt, og um annað ljós er beint við so sæst hetta ikki.
Á veg aftur úr Syðrugøtu steðgaðu vit á, fyri at skava og hyggja í hesum mosa, sum Bergur hevði víst á. Og jú, mín sann, hetta sást allastaðni har vit steðgaðu. Eg hugdi eisini á Hálsi í Sandavági og eisini har kundi eg síggja hesar somu lítlu ljósprikkar í mosanum.
Bioluminisens
Bioluminisens
- Attachments
-
- DSC_6912.jpg (320.89 KiB) Viewed 2265 times
-
- DSC_6911.jpg (314.97 KiB) Viewed 2265 times
-
- DSC_6910.jpg (202.41 KiB) Viewed 2265 times
-
- DSC_6906.jpg (304.11 KiB) Viewed 2265 times
-
- DSC_6897.jpg (380.53 KiB) Viewed 2265 times
-
- DSC_6892.jpg (594.45 KiB) Viewed 2265 times
Heilsan
- Janus
- Janus
Re: Bioluminisens
Hei Janus
Tok dere noen prøver til mikroskopering?
Det er jo temmelig mange organismer som har bioluminescens, så dette kan være (mugg)sopp, alger, bakterier, mens jeg ikke ville tro at insekter er særlig aktuelt her.
Beste hilsen Svein-Ole
Tok dere noen prøver til mikroskopering?
Det er jo temmelig mange organismer som har bioluminescens, så dette kan være (mugg)sopp, alger, bakterier, mens jeg ikke ville tro at insekter er særlig aktuelt her.
Beste hilsen Svein-Ole