2. viðgerð av broytingaruppskoti um fuglaveiðulógina

ALT (!!) sum hevur við náttúru at gera. Ein vanlig eygleiðing, ein "býttur" spurningur, einki er so týðningarleyst at tað ikki kann skrivast her.
Post Reply [phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
Sjurdur
Posts: 95
Joined: 15 Nov 2005, 13:50
Location: Glasgow/Tórshavn/Skúvoy
Contact:

2. viðgerð av broytingaruppskoti um fuglaveiðulógina

Unread post by Sjurdur » 08 May 2014, 09:08

Hey tit,

Nú er orðaskifti úr tinginum frá í gjár lagt út á heimasíðuna. So kann man har síggja hvat tað eru fyri tingfólk sum leggja í náttúruna og tey sum ikki leggja í hana.

http://www.logting.fo/files/sound/2013/ ... -83-2.html

Vónandi fara fólk sum hava náttúruna kæra at taka hetta til eftirtektar næstu ferð val verður.

vh
sjúrður

Janus
Posts: 443
Joined: 16 Aug 2009, 16:47
Contact:

Re: 2. viðgerð av broytingaruppskoti um fuglaveiðulógina

Unread post by Janus » 11 May 2014, 16:05

Uppskotið um broyting í fuglaveiðulógini kom ígjøgnum. Tó, tað var ikki uppruna uppskotið, men eitt broytt, sum kom frá einum meiriluta í vinnunevndini. Broytingin í lógini er henda:

Í § 1 verður § 17, stk. 3 orðað soleiðis:
Stk. 3. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 í hesi grein kunnu eigari og leigari av veltum lendi søkja um skrivligt loyvi til at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi, um grundaðir trupulleikar kunnu ávísast. Landsstýrismaðurin gevur skrivligt loyvi og ásetir nærri treytir hesum viðvíkjandi, herundir, at loyvishavarin skal fráboða, hvussu nógvar grágæs verða skotnar, og at myndugleikin kann heinta fuglin til kanningar. Eigari og leigari kunnu heimila øðrum persóni sama rætt. Loyvið til heimildarfólk skal vera skrivligt og kunna vísast fram eftir umbøn frá løgregluni. Ein eigari og leigari kann bert heimila einum persóni loyvi at skjóta á velta lendinum í senn.
Landsstýrismaðurin skal stíla fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágæs verða framdar.

§ 2 verður orðað soleiðis:
§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2014 og fer úr gildi aftur tann 1. juni 2017.
Hóast eg haldi, at lógarbroytingin í fuglaveiðulógini er óneyðug, so fegnist eg um hana. Tí, higartil hava kanningar av gæsnum verið eitt ynski. Nú er tað lóg, at "landsstýrismaðurin skal stíla fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágæs verða framdar".
Nú er upplagt at gera eina roynd við "jagttegn", tí nú sigur lógin, at "landsstýrismaðurin gevur skrivligt loyvi og ásetir nærri treytir hesum viðvíkjandi, herundir, at loyvishavarin skal fráboða, hvussu nógvar grágæs verða skotnar, og at myndugleikin kann heinta fuglin til kanningar".
Eitt ivamál er hvat "grundaðir trupulleikar" av grágás eru, men mær dámar betur ta orðingina, enn verðandi orðing ið sigur, at veiða skal hava eitt "almennyttugt endamál".

Síðan er bara at vóna, at landstýrið skipar fyri kunning um hvat ein grágás er og hvussu hon skilur seg frá ekrugás, íslandsgás og korngás, ið mann framvegis fær bót fyri at skjóta.
Heilsan
- Janus

Post Reply
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable