Hvat dýr í mølini?

ALT (!!) sum hevur við náttúru at gera. Ein vanlig eygleiðing, ein "býttur" spurningur, einki er so týðningarleyst at tað ikki kann skrivast her.

Hvat dýr í mølini?

Nýtt skrivSkriva hevur Rangá » jun 01 2009, 11:56

Hey!

Í góðveðrinum í dag vóru vit ein túr í mølini í Tjaldavík. Har sóu vit nøkur litføgur gelé-líknandi dýr. Tey sótu á klettunum dygst við sjóvarmálan. Tey vóru frá 2 - 6 cm í tvørmát.
Vit hava ikki sæð slík dýr í mølini áður. Hvussu eita tey?

Heilsan Turið
Viðheftar fílur
Tjaldavík 1jun09 022_opt.jpg
Tjaldavík 1jun09 022_opt.jpg (30.72 ) Viewed 280 times
Tjaldavík 1jun09 013_opt.jpg
Tjaldavík 1jun09 013_opt.jpg (32.66 ) Viewed 280 times
Tjaldavík 1jun09 010_opt.jpg
Tjaldavík 1jun09 010_opt.jpg (46.39 ) Viewed 280 times
Rangá
 
Skriv: 359
Skrásett/ur: sep 13 2006, 7:06
Stað: við

Nýtt skrivSkriva hevur Janus Hansen » jun 02 2009, 8:55

Hey Turið

Eg rokni við at hatta eru anemonur (minnist ikki nakað føroyskt navn).

http://www.pznow.co.uk/marine/cnidaria.html#Beadlet%20Anemone%20Actinia%20equina
http://www.glaucus.org.uk/Beadlets043.jpg
http://actiniaria.com/

Hvørji sløg eru funnin í Føroyum finnur tú her
http://www.biofar.fo/documents/00008.pdf
Heilsan
-Janus
Janus Hansen
 
Skriv: 917
Skrásett/ur: mar 30 2005, 4:15
Stað: Sandavágur

Anemonur

Nýtt skrivSkriva hevur William » jun 02 2009, 10:03

Føroyska heiti fyri anemonir á sjónum er sjónotur

William
William
 
Skriv: 21
Skrásett/ur: mai 06 2007, 5:18

dýr í mølini

Nýtt skrivSkriva hevur Rangá » jun 02 2009, 11:24

Hey Janus og William!

Takki fyri svar og ávísing til leinkir!
Tað var ikki í mínum tonkum, at tað var sjónota! Hesar sita á landi, men eru óivað undir í flóð. Tær líkjast teirri, sum nevnist Actinia equina.
Men eg fái tíverri ikki opna síðuna hjá Biofar, og vita, um tað navnið stendur á listanum.

Heilsan Turið
Rangá
 
Skriv: 359
Skrásett/ur: sep 13 2006, 7:06
Stað: við

Nýtt skrivSkriva hevur Janus Hansen » jun 02 2009, 11:38

Ja, eg haldi so við hatta líkist

Á hesari síðuni http://www.biofar.fo/00003/00035/ er eitt leinki til greinina: Sea anemones (Cnidaria: Actiniaria) of the Faroe Islands: A preliminary list and biogeographic context Fautin et al.
[pdf (82 kb)]
Heilsan
-Janus
Janus Hansen
 
Skriv: 917
Skrásett/ur: mar 30 2005, 4:15
Stað: Sandavágur

Re: Hvat dýr í mølini?

Nýtt skrivSkriva hevur Turið » jul 13 2010, 7:02

Hey!

Nú hava vit aftur verið og hugt eftir reyðu sjónotunum í Tjaldavík. Funnu tær á júst sama øki. Ein sat á einum lítlum steini, og tá vit settu hann niður í sjógvin, foldaði hon seg út. Hon hevur hvítar blettir.
Um talan er um slagið Actinia equina, Beadled anemone á enskum, og Perlerandet søanemone á donskum, so er hon ein, sum Biofar IKKI fann á sínum kanningarferðum 2005. Hon er kortini staðfest í 1930.

Heilsan Turið
Viðheftar fílur
28juni10 b 070_opt.jpg
28juni10 b 070_opt.jpg (34.04 ) Viewed 79 times
28juni10 b 056_opt.jpg
28juni10 b 056_opt.jpg (34.14 ) Viewed 79 times


Last bumped by Anonymous on jul 13 2010, 7:02.
Turið
 


Aftir til Ymiskt



cron
Bridge by mehdiplugins.com
information-pictorial