Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Viðmerkingar til blogskriv og greinir.

Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur webmaster » aug 14 2009, 10:41

Viðmerkingar til greinina Friðaða økið: Hólmin á Eiði
webmaster
 
Skriv: 84
Skrásett/ur: mar 30 2005, 9:56

Re: Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur Janus » aug 21 2009, 3:10

18 August sendir Fuglafrøðifelagið áheitan til Yvirfriðingarnevnina, um at staðfesta hvørt treytirnar eru uppfyltar og um arbeiðið fer lógliga fram. Eiðis kommuna (ella bygdarráð) hevur fund.
19 August steðgar Eiðis kommuna arbeiðnum í Hólminum, inntil greiðar linjur fáast á málið.
Heilsan
- Janus
Janus
 
Skriv: 111
Skrásett/ur: aug 16 2009, 5:47

Re: Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur Janus » aug 28 2009, 4:09

Fríggjadagin 14 august tosaði eg við Kristian Martin Olsen, sýslumann og formann í friðingarnevndini í Eysturoyar sýslu. Tá lovaði hann at tosa við Eiðis Kommunu mánadagin 17. august. Eisini lovaði hann, at lesa tær áheitanir, sum stóðu í tveimum skrivum, sum Friðingarnevndin í Eysturoynni hevði fingið frá Fuglafrøðifelagnum í 2007, um at lógarbrotini hjá Eiðis kommunu skuldu verða viðgjørd. Sýslumaðurin skuldi ringja aftur fyrst í tí vikuni, men tað gjørdi hann ikki.

Í dag, 28. august ringdi eg til sýslumannin og spurdi um hann hevði tosa við Eiðis kommunu. Tað fekk eg ikki staðfest men, at "tað er so nógv hent síðan tá" og "nú er arbeiðið stegða". Eg fekk tó at vita, at skuldu lógarbrotini hjá Eiðis kommunu fáa nakra viðgerð, so mátti málið meldast til løgregluna.
Í mínari meting er okkurt galið, tá tað ganga tvey ár, frá tí at áheitarnirnar vóru sendar, til Fuglafrøðifelagið fekk at vita, at sýslumaðurin og formaðurin í friðingarnevndini var skeivur móttakari.
Heilsan
- Janus
Janus
 
Skriv: 111
Skrásett/ur: aug 16 2009, 5:47

Re: Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur Janus » jun 02 2010, 11:28

Økið er framvegis friðað. Friðingarnevndin hevur ikki givið loyvið til hylin sum nú verður tømdur ella annað arbeiðið í Hólminum.
Hóast grivna holið ikki hevur nógvan týdning fyri lívið í hólminum, so ávirkar tað allan hólmin at vatnð verður tømt úr har. Tí tað sigur seg jú sjálvt, at vatn setur til aðrastaðni frá.
Viðheftar fílur
IMG_3545.jpg
IMG_3545.jpg (37.16 ) Viewed 125 times
IMG_3546.jpg
IMG_3546.jpg (36.6 ) Viewed 125 times
IMG_3547.jpg
IMG_3547.jpg (69.78 ) Viewed 125 times
IMG_3548.jpg
Hvíta skónin eru turkaðar kiselalgir.
IMG_3548.jpg (68.93 ) Viewed 125 times
IMG_3549.jpg
IMG_3549.jpg (60.89 ) Viewed 125 times
Heilsan
- Janus
Janus
 
Skriv: 111
Skrásett/ur: aug 16 2009, 5:47

Re: Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur Ein » jun 17 2010, 1:19

At eitt felag sum tykkara skal verða so lítið at sær komið, er ein syrgilig søga, taka atlit til fuglar sum ikki eru har, heldur enn menniskjuni sum búgva her, sigur alt um tykkum, men skuldi tað syrgiliga hent, at eitt menniskjað lat sítt lív í hólmanum, skal standa við stórari skrift á kistuni offur fyri Faroe Nature. Net
Ein
 

Re: Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur Borgari » jun 25 2010, 2:32

Ein segði :At eitt felag sum tykkara skal verða so lítið at sær komið, er ein syrgilig søga, taka atlit til fuglar sum ikki eru har, heldur enn menniskjuni sum búgva her, sigur alt um tykkum, men skuldi tað syrgiliga hent, at eitt menniskjað lat sítt lív í hólmanum, skal standa við stórari skrift á kistuni offur fyri Faroe Nature. Net

Til ein, vit her norðuri á Eiði eru sum vera man bæði skuffaði og kedd um tað sum hendur, men tað eru tíanverri kreftir av Eiði, sum hjálpa hesum felagi, at halda lív í lygnunum um hetta mál.
Aðrenn hetta máli visti eingin um hetta felagi, sum kallast fyri Faroe Nature. Net
Borgari
 

Re: Friðaða økið: Hólmin á Eiði

Nýtt skrivSkriva hevur Janus » jun 25 2010, 11:26

Bara eina lítla rættleiðing.
FaroeNature.net er ikki eitt felag, men ein heimasíða sum eg eigi. Heimasíðan er gjørd so at øll, sum hava áhuga fyri Føroysku náttúruni kunnu hava eitt stað á internetinum at samskifta og leita sær kunning um náttúruna. Eg havi eisini sett eina undirsíðu upp til Fuglafrøðifelagið.
Altso, øll eru vælkomin at skriva ella leggja myndir á FaroeNature.net, so leingi tað er viðkomandi fyri Føroyska náttúru.

Og kanst tú siga hvat fyri lygnir talan er um?
Heilsan
- Janus
Janus
 
Skriv: 111
Skrásett/ur: aug 16 2009, 5:47


Aftir til Viðmerkingar



Bridge by mehdiplugins.com
information-pictorial