Ekrugæs

Hevur tú sæð okkurt sum onnur kunnu hugsast at hoyra um sum skjótast.
Rodmund á Kelduni

Ekrugæs

Unread post by Rodmund á Kelduni » 28 Feb 2014, 11:21

Ì gjár var eg ávegis inn til Runavíkar, í Kollfjarðadali vóru ikki minni enn 6 Frostmýrugæs, millum fjarða var ein Skógar Ekrugás og í Skálabotni vóru 3 Frostmýru Ekrugæs.

Skógar Ekrugás er sjáldsamari enn Frostmýru Ekrugás og okkurt tíður uppá, at hettar er sama Skógar Ekrugásin sum eg havi sæð í økinum frá seint í 2013.

Eisini var ein Kápureyðantar bøga at síggja.

Rodmund á Kelduni

Re: Ekrugæs

Unread post by Rodmund á Kelduni » 01 Mar 2014, 17:14

Nú tunnilsdagur er, var eg ein túr á Sandoynni, har Frostmýru Ekrugásin á Sandi framvegis var millum Grágæsnar, í Húsavík vóru nú tvær Frostmýru Ekrugæs at síggja, á veg heim aftur, var eg á Velbastað og har fann eg enn eina Frostmýru Ekrugás millum nakrar Grágæs.
Ikki kann sigast annað enn at tað er ein rættulig landkoma av Frostmýru Ekrugásum í løtuni, tað kundi verði sera áhugavert at hoyrt um Ekrugæs eru at síggja á ørðum oyggjum.

Post Reply