Svartir spógvar

Hevur tú sæð okkurt sum onnur kunnu hugsast at hoyra um sum skjótast.
Post Reply [phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable
Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Svartir spógvar

Unread post by Guest » 06 Jan 2014, 13:53

Hey!

Í gjár sóu fólk svartar spógvar í bønum her í Trongisvági. Í dag havi eg verið runt og leitað, og tað eydnaðist mær at finna 3. Ein kona taldi 5 fuglar í morgun. Tá eg nú havi spurt eftir hesum fuglum, vísir tað seg, at teir hava verið her í fleiri dagar, onkur sigur seg hava sæð teir jóladag. Sostatt eru teir óivað komnir higar við illveðrinum, sum var fyri jól. Man hetta vera Bógnev?

Heilsan Turið
Attachments
Kopi af birita dec 2013 267.jpg
6. jan. 2014 í Trongisvági
Kopi af birita dec 2013 267.jpg (483.16 KiB) Viewed 5450 times

Silas
Posts: 302
Joined: 01 Oct 2005, 18:20
Location: Lesandi
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Silas » 06 Jan 2014, 14:02

Wow...

Hatta eru bognev (dansk: Sort Ibis). Hetta er triðja skráseting í Føroyum. At 5 fuglar eru at síggja a vetri er onki minni enn ótrúliga løgið...

Tær fyrru skrásetingarnar eru hesar:

1926: 24.8, Tórshavn, Streymoy (Salomonsen 1935).
1942: 28.9, Gásadalur, Vágar, (Salomonsen 1963).

Silas

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Guest » 06 Jan 2014, 14:09

Takk fyri staðfesting, Silas! Ja, hetta sær heilt spennandi út :-) Teir eru millum húsini í Trongisvági. Ikki serliga styggir. Hvar koma teir frá? Eg skal leggja fleiri myndir, men eg noyðist at minka tær fyrst.

Silas
Posts: 302
Joined: 01 Oct 2005, 18:20
Location: Lesandi
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Silas » 06 Jan 2014, 14:30

Bognev eiga í øllum heimspørtum. Tað er vanliga ein flytifuglur í Evropa, har stovnurin ferðast til Afrika. Tí er tað sera løgið, at ein flokkur er at síggja á vetri.

Her í Turkalandi er tað ein nokk so vanligur fuglur, men ongin er at síggja um veturin. Tað er eisini ein styggur fuglur, og tí er tað løgið, at teir ganga millum húsini. Kann talan vera um fuglur, sum onkur hevur slept?

VH Silas

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Guest » 06 Jan 2014, 14:38

Nei, so spakir eru teir heldur ikki. Teir eru kanska niðurundirkomnir. Millum húsini er bøur og toluligt le fyri vindi. Okur høvdu orkan fyri jól. Kunnu teir vera komnir úr Amerika?

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Guest » 06 Jan 2014, 14:59

myndir
Attachments
birita dec 2013 262_opt.jpg
6. jan.2014. Bognev, Trongisvágur.
birita dec 2013 262_opt.jpg (48.98 KiB) Viewed 5428 times
birita dec 2013 265_opt.jpg
6.jan.2014. Bognev, Trongisvágur.
birita dec 2013 265_opt.jpg (53.66 KiB) Viewed 5428 times
birita dec 2013 266_opt.jpg
6.jan.2014. Bognev, Trongisvágur.
birita dec 2013 266_opt.jpg (51.97 KiB) Viewed 5428 times

Rodmund á Kelduni
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Rodmund á Kelduni » 06 Jan 2014, 16:48

Heilt ótrúliga spennandi/merkilig eygleiðing, nærmasti granni sum hevur naka av bognevi er Bretland, rættiliga vísur í at fuglarnir koma hagani.

Rodmund á Kelduni
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Rodmund á Kelduni » 10 Jan 2014, 18:35

Var í Trongisvági í gjár og við hjálp frá Turið o.ø fann eg Bognevini, tey vóru trý í tali.

Eisini sá eg ein Rók, hesin vísur seg at verða ein Eystan Rókur (ssp. sommerringii) og er ongantíð skrásettur í Føroyum áður

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Guest » 18 Jan 2014, 22:48

Hey!

Bognevini eru her í Trongisvági enn. Tey síggjast 2 ella 3 saman ella einsamøll, allatíðina við nevinum leitandi niðri í vátu jørðini. Umframt í Trongisvági eru tey eisini at síggja úti á Tvøroyri. Ofta millum hús. Tey eru óvanliga spøk ella fara ikki á flog, fyrr enn tú ert heilt tætt.
13 vóru avmyndað í Hvalba á jólum. Eg ivist onga løtu í, at fleiri enn 13 eru komin í Suðuroynna! Mær er fortalt, at tey sóust hvørtfall 1 viku undan jólum í Trongisvági, og eitt er sætt eitt í Porkeri.
Lukkutíð fyri bognevini hava okur ongan kava havt í ár, burtursæð frá 2 døgum fyrst í desembur. Men neyvan man hetta vera serligar góðar umstøður hjá bognevunum, myrkt, vátt og kaldur vindur.

Heilsan Turið
Attachments
birita dec 2013 304.jpg
Bognev í Trongisvági
birita dec 2013 304.jpg (207.6 KiB) Viewed 5221 times

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Guest » 02 Feb 2014, 20:12

Hey!

Bognev síggjast enn. Her eru 2 í bønum beint oman fyri sandin í Trongisvági. Tey hava sostatt klárað illveðrið, ið hevur herjað í seinastuni. Bognevni, sum elska sól og hita, hava ikki sæð sólina, síðan tey komu higar. Eg haldi, at 4-5 eru her enn. Hvat er aðra staðni í oynni, havi eg einki frætt um.

Heilsan Turið
Attachments
Bognev 2. febr. 2014 í Trongisvági.jpg
Bognev 2. febr. 2014 í Trongisvági.jpg (38.38 KiB) Viewed 5178 times
Bognev 2. febr. 2014 í Trongisvági (1).jpg
Bognev 2. febr. 2014 í Trongisvági (1).jpg (30 KiB) Viewed 5178 times

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar

Unread post by Guest » 24 Feb 2014, 22:55

Hey!
Einstøk bognev síggjast enn í Trongisvági.
vh. Turið
Attachments
Bognev í Trongivági 13.febr.2014.jpg
Bognev í Trongivági 13.febr.2014.jpg (29.33 KiB) Viewed 5155 times

Guest
[phpBB Debug] PHP Warning: in file [ROOT]/vendor/twig/twig/lib/Twig/Extension/Core.php on line 1275: count(): Parameter must be an array or an object that implements Countable

Re: Svartir spógvar - Bognev

Unread post by Guest » 29 Apr 2014, 22:27

Hey!

Tvey bognev eru framvegis í Trongisvági. Eg havi frætt, at tvey eisini vóru sædd í Vági í farnu viku. Sostatt hava tey verið her í 4 mánaðir og yvirlivað veturin.

Heilsan Turið
Attachments
apr14 678.jpg
Bognev í Trongisvági 26. apr. 2014
apr14 678.jpg (715.57 KiB) Viewed 5061 times

Post Reply