Search found 153 matches

by Bjørn Patursson
30 Jan 2009, 15:11
Forum: Ymiskt
Topic: Vípa í Sandavági
Replies: 1
Views: 368

VípaíSandavági

Eg fleyg við tyrluni Koltur – Vágar mikudagin 29. Tá vit lendu beint við komuhøllina sá eg 6 ella 7 vípur flaksa á grøna vøllinum beint við flovøllin. Vh. Bjørn Fra: Janus [mailto:ymiskt@faroenature.net] Sendt: 30. januar 2009 12:49 Til: ymiskt@faroenature.net Emne: [FN-Ymiskt] VípaíSandavági Hoyrdi...
by Bjørn Patursson
15 Jan 2009, 10:39
Forum: Ymiskt
Topic: Nýggj FaroeNature.net
Replies: 1
Views: 396

Nýggj FaroeNature.net

Góði Janus! Hetta ljóðar sera gott. Tú gert eitt megnar arbeiðið á hesum øki. Eftir míni meting er hetta júst tað sum mong hava sakna. Slíkar síður fara við tíðini at nøkta tørvin á ”privatu” smærru heimasíðunum, Fyrimunurin er at alt verður meiri sjónligt og lættari at arbeiða við. Møguliga er ein ...
by Bjørn Patursson
15 Dec 2008, 21:11
Forum: Ymiskt
Topic: Natur reservat
Replies: 7
Views: 946

Natur reservat

Góðu tit við áhuga fyri Koltri! Tað er gott at hoyra frá tykkum og vita, at tað er so mong sum hava áhuga fyri oynni. Koltur er ein heilt serstøk oyggj í Føroyum tí hon rúmar so mong óerstattilig virðir á so mongum økjum og tí føla vit tað sum eina stóra ábyrgd og uppgávu at tryggja ØLL hesi virðir ...
by Bjørn Patursson
14 Dec 2008, 16:16
Forum: Ymiskt
Topic: Natur reservat
Replies: 7
Views: 946

Natur reservat

Góði Jens-Kjeld! Eg vildi fegin svara tínum spurningi, men kann tíverri ikki siga naka nágreiniligt enn uttan tað at Koltur verður ikki eitt náttúrureservat, men ein tjóðgarður við trimum kjarnuøkjum harav tað eina kjarnuøki er náttúrureservat. Koltur sum Tjóðgarður er ein longri tilgongd  (frá 1/1-...
by Bjørn Patursson
30 Nov 2008, 22:36
Forum: Ymiskt
Topic: Helsigás á vitjan í Koltri
Replies: 8
Views: 1153

Helsigásá vitjan í Koltri

Hey Jens-Kjeld Nú havi eg tíverri ligið veðurfastur inni á landi í fleiri dagar. Men eingin ivi er um at tað var gásin sum sædd var á Sandi. Tá eg fór til lands sunnudagin leitaði eg eftir gásini men fann hana ongastaðni. Vinarlig heilsan bjørn Fra: Jens-Kjeld Jensen [mailto:ymiskt@faroenature.net] ...
by Bjørn Patursson
21 Nov 2008, 20:34
Forum: Ymiskt
Topic: Helsigás á vitjan í Koltri
Replies: 8
Views: 1153

Helsigásá vitjan í Koltri

Góði Jens-Kjeld! Takk fyri áhugavert svar. Higartil hevur ein gragás verið ein gragás í mínari verð, men nú má eg leggja meg eftir at hyggja nærri eftir. Eg havi áður nevnt tað, (eftir mínari meting) løgna fyribrigdið, við gásum í Koltri. Ikki ein er at síggja í ynglitíðini, men nú um veturin eru í ...
by Bjørn Patursson
21 Nov 2008, 09:28
Forum: Ymiskt
Topic: Helsigás á vitjan í Koltri
Replies: 8
Views: 1153

Helsigásá vitjan í Koltri

Góði Jens- Kjeld! Kanst tú siga eitt sindur um hendan vakra fuglin. Hvaðani kemur hann osv, hevur man staðfest at hann eigur her? Sambært fuglabókini er hann vanligur í Føroyum, men eigur ikki her? Eg má ásannað at hetta er fyrstu ferð eg havi sæð hendan fugl. Vh. Bjørn Fra: Jens-Kjeld Jensen [mailt...
by Bjørn Patursson
19 Nov 2008, 20:04
Forum: Ymiskt
Topic: Helsigás á vitjan í Koltri
Replies: 8
Views: 1153

Helsigás á vitjan í Koltri

Seinastu dagarnar hevur hendan helsigásin hildið til Heimi í Húsi. Hon er sera spøk og er tíðun í mataránni beint við húsini. Endiliga fekk eg hana fáar metrar frá hjallinum Niðri í Húsi. Ein sera vøkur, fitt, lítil gás! vh. Bjørn Patursson
by Bjørn Patursson
02 Nov 2008, 11:34
Forum: VARSKÓ!
Topic: Nósi
Replies: 0
Views: 476

Nósi

Tá eg gekk morgunrundu mína møtti eg hesum fitta nósanum. Hann sær bara frískur og raskur út. Vh. Bjørn Patursson
by Bjørn Patursson
30 Oct 2008, 12:47
Forum: Ymiskt
Topic: "Små" fotos
Replies: 3
Views: 567

"Små" fotos

Góð Jens-Kjeld! Hatta við myndum er fyri meg ein spurningur um at duga at brúka hesi ”innviklaðu” telduforritini. Tað er helst soleiðis at fólk flest (sum eg) velja nemmastu loysnina við at forritið automatiskt pakkar myndina til e-mail stødd. Og tá blívur hon so lítil fyri ikki at ”typpa” sendineti...
by Bjørn Patursson
30 Oct 2008, 12:09
Forum: VARSKÓ!
Topic: Kópur við sendara á bollanum
Replies: 1
Views: 552

Kópur við sendara á bollanum

Serliga tá brim er á Sandinum er tað ikki óvanligt at síggja kópar spæla sær í briminum. Teir eru forvitnir og standa ofta góða løtu og hyggja tá man kemur framvið. Men ein dag herfyri tá eg arbeiddi í Svartaneysti legði eg til merkis at tann eini hevði ein "svull" á bóllanum. Eg tók nakrar myndir a...
by Bjørn Patursson
08 Jul 2008, 22:05
Forum: Ymiskt
Topic: Æða egg
Replies: 4
Views: 611

Æða egg

Her í Koltri eru fleiri reiður við 4 eggum. Eitt havi eg sæð við 6 eggum. Vh. Bjørn Fra: Jens-Kjeld Jensen [mailto:ymiskt@faroenature.net] Sendt: 8. juli 2008 19:29 Til: ymiskt@faroenature.net Emne: [FN-Ymiskt] Æða egg Hey I forbindelse med projektet "edderfugl dun" kunne jeg godt tænke mig, at spør...
by Bjørn Patursson
01 Jul 2008, 15:31
Forum: Ymiskt
Topic: Barrígður yvir bø og haga
Replies: 4
Views: 788

Barrígður yvir bø og haga

Í Koltri eru barríðgur og aðrir líknandi gestir men bert á stuttari vitjan. Soleiðis var eisini í vár. Roknið við at slíkir smáfuglar ríma aftur tí at her er eingin traðvøkstur. Tað er bert músabróðurin, títlingurin og steinstólpan sum eigur her av slíkum. Ja og so starin sjálvandi. Hinvegin so eigu...
by Bjørn Patursson
22 Jun 2008, 18:37
Forum: Ymiskt
Topic: Ternurnar á tanganum horvnar
Replies: 0
Views: 367

Ternurnar á tanganum horvnar

Í dag tá eg varð og taldi ternurnar suðuri á Tanga gjørdist eg heldur bilsin tá eg kom til eitt oyði bøli. Bert onkur einsamøll terna sást reika um í bølinum, men ikki eitt reiður var eftir og alt lá oyði. Tað einasta sum hevði tað gott varð bakaparið sum er útkomið við trimum ungum. Tey sóu út til ...
by Bjørn Patursson
09 Jun 2008, 08:57
Forum: VARSKÓ!
Topic: Likka fekk sær tjaldursunga til morgunmatar
Replies: 2
Views: 820

Likka fekk sær tjaldursunga til morgunmatar

Beint nú meðan vit sótu og fingu okkum ein kaffimunn í køkinum sóu vit eina heldur óhugnaliga, men eftir øllum at døma eina góða hending. Ein likka, sum heldur til her um leiðir, setti seg á hjalstekjuna við einum livandi tjaldursunga í nevinum meðan tvey rasandi tjøldur geylaðu rundan um hana. Likk...
by Bjørn Patursson
30 May 2008, 14:43
Forum: Ymiskt
Topic: Stararnir útkomnir
Replies: 0
Views: 340

Stararnir útkomnir

Einaferð í vár helt eg at stararnir her reiðraðust, men so mundi tó ikki vera. Hesar seinastu dagarnar eru stararnir runt í bygdini útkomnir og tað hoyrast ungar í hvørjum reiðri. vh. Bjørn
by Bjørn Patursson
24 May 2008, 21:01
Forum: Ymiskt
Topic: Klukka
Replies: 12
Views: 1446

Klukka

Góðu tit! Takk fyri svarini. Ja tað er løgið, mann hevur ligið og róta í jørð, undir steinum og í fjøruni øll barnaárini og nústani á gamalsaldrinum fer hugsa um hvat tað er mann sær. Svartaklukkur havi eg mangan havt á hondum, men eg má viðganga at eg ongantíð havi sæð eina so stóra. Hetta er eisin...
by Bjørn Patursson
24 May 2008, 20:51
Forum: Ymiskt
Topic: Klukka
Replies: 12
Views: 1446

Klukka

Ja tað passar. Hon skygdi blá violett serliga úti við kantarnar, tá hon var livandi.
Takk fyri uplýsingarnar.
Vh. Bjørn


--------------------------------------
Skrivið er komið sum teldubræv
by Bjørn Patursson
24 May 2008, 15:05
Forum: Ymiskt
Topic: Ternuvað
Replies: 1
Views: 402

Ternuvað

Í allan dag hava ternurnar rættiliga hugna sær við góðum fiskaríði út fyri Gróthústanga. Við kikaranum taldi eg o.u. 150-200 ternur út fyri norðara bølið við Gróthústanga. v.h. Bjørn
by Bjørn Patursson
24 May 2008, 13:42
Forum: Ymiskt
Topic: Klukka
Replies: 12
Views: 1446

Klukka

Tá eg í dag var í Ærskorð vestantil á oynni, við einum hornaseyði, lagaði eg upp í eina gamla rætt. Undir einum steini fann eg eina "stóra" klukku. Í mínari verð er hon so stór at eg bleiv hálvavegna kløkkur av henni. Myndatólið er vánaligt, men kann nakar siga mær hvat slag hon er av. Vh. Bjørn
by Bjørn Patursson
17 May 2008, 18:28
Forum: Ymiskt
Topic: Tóm tjaldursreiður
Replies: 16
Views: 1840

[SPAM] RE: Tómtjaldursreiður

Nú føli eg at eg eigið at koma við viðmerking til hetta evni. Eg kann bara ásannað at hetta við at beina sláturavfall burtur er ein trupuleiki. Ákoyrdur seyður er tað somuleiðis, men har veit eg at tað ofta kemur fyri at tann sum koyrur á seyðin ikki boðar frá og tað er sera ómotiverandi fyri seyðaá...
by Bjørn Patursson
17 May 2008, 09:25
Forum: Ymiskt
Topic: Ternurnar eisini komnar í Koltur
Replies: 0
Views: 364

Ternurnar eisini komnar í Koltur

Í morgun vóru tær fyrstu ternurnar aftur í Koltri.
vh. Bjørn Patursson
by Bjørn Patursson
17 May 2008, 09:22
Forum: Ymiskt
Topic: Fjallamurra
Replies: 0
Views: 360

Fjallamurra

Í morgun, meðan eg havi smíða Svartaneyst hava 9 fjallamurrur hildið til á Sandinum. Hetta er fyrstu ferð at eg havi sær tær soleiðis fyri seg sjálvar og so nær.
vh. Bjørn Patursson
by Bjørn Patursson
17 May 2008, 06:53
Forum: Ymiskt
Topic: Tóm tjaldursreiður
Replies: 16
Views: 1840

Tómtjaldursreiður

Góða Turið! Eg taki undir við tí u skrivar. Vh. Bjørn Fra: Rangá [mailto:ymiskt@faroenature.net] Sendt: 17. mai 2008 02:09 Til: ymiskt@faroenature.net Emne: [FN-Ymiskt] RE: Tómtjaldursreiður Hey! Hatta við seyðinum kann sjálvandi koma fyri. Men ikki trúgvi eg, at tað var trupulleikin hjá tjøldrunum ...
by Bjørn Patursson
14 May 2008, 16:54
Forum: Ymiskt
Topic: Tóm tjaldursreiður
Replies: 16
Views: 1840

Tómtjaldursreiður

Góði Jóannis! Takk fyri svarið. Hatta er tað sama sum Jens-Kjeld segði mær tá eg hevði hug at oyða skúgvaparið sum eigur her norðuri í Høvdarhaga. Eg sat við reiðri og ivaðist, men til alla lukku ringdi eg til JK. Vit samdust skjótt um, at eg skuldi lata verða og tann samrøðan setti seg so fast, at ...