Search found 301 matches

by Silas
06 Jan 2014, 14:30
Forum: VARSKÓ!
Topic: Svartir spógvar
Replies: 11
Views: 5457

Re: Svartir spógvar

Bognev eiga í øllum heimspørtum. Tað er vanliga ein flytifuglur í Evropa, har stovnurin ferðast til Afrika. Tí er tað sera løgið, at ein flokkur er at síggja á vetri. Her í Turkalandi er tað ein nokk so vanligur fuglur, men ongin er at síggja um veturin. Tað er eisini ein styggur fuglur, og tí er ta...
by Silas
06 Jan 2014, 14:02
Forum: VARSKÓ!
Topic: Svartir spógvar
Replies: 11
Views: 5457

Re: Svartir spógvar

Wow...

Hatta eru bognev (dansk: Sort Ibis). Hetta er triðja skráseting í Føroyum. At 5 fuglar eru at síggja a vetri er onki minni enn ótrúliga løgið...

Tær fyrru skrásetingarnar eru hesar:

1926: 24.8, Tórshavn, Streymoy (Salomonsen 1935).
1942: 28.9, Gásadalur, Vágar, (Salomonsen 1963).

Silas
by Silas
25 Sep 2013, 07:03
Forum: VARSKÓ!
Topic: Stór flekkuspæta
Replies: 4
Views: 2704

Re: Stór flekkuspæta

Óført. Stóra takk fyri myndina!

VH Silas
by Silas
20 Sep 2013, 07:16
Forum: VARSKÓ!
Topic: Stór flekkuspæta
Replies: 4
Views: 2704

Re: Stór flekkuspæta

Hey Turid!

Tað var spennandi. Kanst tú senda mær mynd og dato, so skrásetingin kann góðkennast av SU?

VH Silas
by Silas
19 Sep 2013, 22:26
Forum: VARSKÓ!
Topic: Stór flekkuspæta
Replies: 4
Views: 2704

Stór flekkuspæta

Stór flekkuspæta á vitjan Vanliga seta vit spætur í samband við fuglar, ið liva í skógum, har teir pikka í trøðini. Tað er sostatt ikki ein fuglur, ið vit seta í samband við Føroyar. Men 19. september var ein Stór flekkuspæta (Dendrocopos major) at síggja í viðarlundini í Hvalvík. Helst er talan um ...
by Silas
12 Sep 2013, 21:35
Forum: VARSKÓ!
Topic: Mýrierla
Replies: 0
Views: 1456

Mýrierla

Hey øll

Í dag var ein mýrierla at síggja á Viðareiði. Fuglurin er ein ungi frá í ár (1k).

Hetta er 7. skráseting í Føroyum.

VH Silas
by Silas
09 Sep 2013, 17:53
Forum: VARSKÓ!
Topic: Roðagrælingur
Replies: 1
Views: 1744

Roðagrælingur

Hey øll! Í dag vóru tveir Roðagrælingar (Tryngites subruficollis) at síggja á Viðareiði. Hesir báðir grælingarnir koma allan vegin úr Norðuramerika. Teir eru sostatt sera sjáldsamir í Føroyum, og tað er faktisk fyrstu ferð, at Roðagrælingur er sæddur á lívi her á landi. Fyrsta skráseting var 3. aprí...
by Silas
03 Sep 2013, 21:48
Forum: VARSKÓ!
Topic: Kjarrljómari í Hvannasundi
Replies: 0
Views: 1473

Kjarrljómari í Hvannasundi

Hey!

Í dag var ein Kjarrljómari (frøðiheiti - Acrocephalus dumetorum) at síggja í Hvannasundi. Um fuglurin verður góðkendur av Su er hetta aðru ferð, at Kjarrljómari er skrásettur í Føroyum

Vinarliga

Silas
by Silas
31 Aug 2013, 22:10
Forum: VARSKÓ!
Topic: Vongblikut Krossnev
Replies: 2
Views: 1516

Re: Vongblikut Krossnev

Vongblikuta Krossnevið er framvegis at síggja í Viðarlundini í Kunoy.

VH Silas
by Silas
28 Aug 2013, 20:49
Forum: VARSKÓ!
Topic: Vongblikut Krossnev
Replies: 2
Views: 1516

Vongblikut Krossnev

Hey øll

Í dag var eitt Vongblikut Krossnev at síggja í viðarlundini í Kunoy. Fuglurin var ein 1k (ungi frá í ár).

Hetta er aðru ferð í ár og 12. ferð nakrantíð at hetta slagið er skrásett í Føroyum.

VH Silas
by Silas
28 Aug 2013, 20:02
Forum: VARSKÓ!
Topic: Skógspurvur reiðrast í Svínoy
Replies: 0
Views: 1086

Skógspurvur reiðrast í Svínoy

27. august var ein sjáldsom sjón at síggja í Svínoy. Tað er kent millum fuglaáhugaði, at sjáldsamir ferðafuglar viðhvørt leggja leiðina fram við Svínoynni, men hesaferð var nakað enn sjáldsamari á vási. Tveir Skógspurvar (Passer montanus) vóru at síggja Uppi á Váli. Skógspurvur er bert skrásettur 7 ...
by Silas
05 Nov 2012, 12:19
Forum: Ymiskt
Topic: Snjófuglar
Replies: 3
Views: 713

Re: Snjófuglar

Eg vildi mett, at eg seinastu árini havi sæð nakað um 100 snjóspurvar á hvørjum árið. Teir eru sostatt regluligir ferðagestir. Tey pørini, sum áttu her, vóru m.a. í Norðoyggjum (m.a. við Árnafjørð). Fuglarnir vóru sera ovaliga, men tó ikki ringir at síggja, tí steggjarnir eru so eyðsýndir. Eg havi h...
by Silas
17 Aug 2012, 08:23
Forum: VARSKÓ!
Topic: Fitju Svarthálsa í Sørvági
Replies: 5
Views: 1426

Re: Fitju Svarthálsa í Sørvági

Ein grein til greining av amerikanskari vs vanligari svarthálsu kann lesast her: http://birdingfrontiers.com/2012/07/23/scary-plover/
by Silas
16 Aug 2012, 19:05
Forum: VARSKÓ!
Topic: Fitju Svarthálsa í Sørvági
Replies: 5
Views: 1426

Re: Fitju Svarthálsa í Sørvági

Sambært Richard Bonser er hetta ein vanlig svarthalsa. T.d. Manglar gult vid nevrotina og eisini er bringubandid ikki javnt allan vegin runt sum hja semipalmated sandplover.

VHS Silas
by Silas
29 May 2012, 18:55
Forum: VARSKÓ!
Topic: Lítil Grábøka
Replies: 1
Views: 789

Lítil Grábøka

Hey tit! M.a. var ein Lítil Grábøka, ein skógspurvur, ein Sjógrælingur og ein Sevspurvur at síggja á Eiði í dag. Eisini var ein Høvuðreyð Ont at síggja á Føroya størsta vatni og ein Æðukongabøga var frambegis í Vestmannasundi. Sí http://birdingfaroes.wordpress.com/2012/05/29/5-minutes-of-birding/ VH...
by Silas
26 May 2012, 00:26
Forum: VARSKÓ!
Topic: Akurskritt
Replies: 1
Views: 808

Akurskritt

Hey!

Ein Akurskritt var at hoyra í kvøld í Hvalvík: http://birdingfaroes.wordpress.com/2012 ... corncrake/

VH Silas
by Silas
23 May 2012, 18:56
Forum: VARSKÓ!
Topic: Skógspurvur
Replies: 0
Views: 753

Skógspurvur

Hey øll! Í dag var ein Skógspurvur (Passer montanus) at síggja í Svínoy. 28 ár eru liðin, síðan hetta slagið síðst var skrásett í Føroyum: Skovspurv* Passer montanus - Skógspurvur Nu meget sjælden gæst. Ynglede på Skuvoy 1866 - ca. 1910, og i større antal samme sted omkring 1880. Desuden 4 individer...
by Silas
04 May 2012, 12:38
Forum: Ymiskt
Topic: Lómur
Replies: 6
Views: 942

Re: Lómur

Ja, á ntí fyrstu myndini sá nevið sera kraftugt út og eisini var síðan hvít - men á teimum næstu myndunum líkist fuglurin einum vanligum lómi - helst einum unga frá síðsta ár.

VH Silas
by Silas
29 Apr 2012, 20:53
Forum: VARSKÓ!
Topic: Stórtíta
Replies: 0
Views: 898

Stórtíta

Hey øll

Í dag kom eg fram á eina Stórtítu í stóra havanum omanfyri kirkjuna í Rituvík. Hetta er fjóra skráseting í Føroyum.

VH Silas
by Silas
09 Apr 2012, 21:02
Forum: Ymiskt
Topic: Skúgvur og spógvi
Replies: 4
Views: 795

Re: Skúgvur og spógvi

Øgiliga tíðliga veit eg ikki... Men eg tjekkaði líka støðuna í Hetlandi. Spógvi er einaferð sæddur í marts, men vanligvís koma teir fyrstu í endanum av apríl ella byrjanini av mai - so ein eygleiðing í Føroyum nú er í hvussu er rættiliga áhugaverd. Og man átti helst sæð fuglin og ikki bert hoyrt han...
by Silas
02 Apr 2012, 18:37
Forum: Ymiskt
Topic: Hiplingar í Føroyum
Replies: 0
Views: 613

Hiplingar í Føroyum

Hey øll Hiplingur hevur áður átt í Føroyum. Seinastu árini hava fleiri hiplingar verið at sæð kring landið og í vestur/vár hava kanska størsta talið í nýggjari tíð verið at sæð kring landið. Hetta haldi eg vera sera áhugavert, tí kanska kundi hiplingurin byrja at eiga aftur í Føroyum (um hann ikki l...
by Silas
30 Mar 2012, 20:31
Forum: Ymiskt
Topic: Korngæs v.m. í Vágum
Replies: 3
Views: 696

Re: Korngæs v.m. í Vágum

Ja, eg eri samdur við Rodmund í, at hatta helst eru grønlendskar korngæs - men vildi fegin síggja betri myndir fyri heilt at kunna útilukka russiskar korngæs (ssp. albifrons). Gásin á mynd 3 kundi verið ein 2k korngás, men ilt er at meta um stødd og litir. Fleiri 2k korngás hava onki hvítt við nevró...
by Silas
26 Mar 2012, 21:42
Forum: Ymiskt
Topic: Er hetta bara stelkur
Replies: 2
Views: 546

Re: Er hetta bara stelkur

Eg haldi ikki, at tað er nakað á myndunum, sum peikar á annan vaðfugl enn stelk. Litur og nev passa væl, men ok myndagóðskan er ikki hin besta.

VH Silas
by Silas
22 Mar 2012, 19:44
Forum: VARSKÓ!
Topic: Ekrugæs og korngás
Replies: 1
Views: 834

Ekrugæs og korngás

Hey øll Í dag vóru tvær ekrugæs av undirslagnum rossicus at síggja har gamli Leirvíksvegurin møtir vegnum til Fuglafjarðar. Helst er talan um somu gæs sum Rodmund og Karl áður hava sæð í økinum. Eisini vóru eini 50 grágæs og ein grønlendsk korngás (ssp. flavirostris) at síggja har. Annars eru fleiri...
by Silas
18 Dec 2011, 20:38
Forum: Ymiskt
Topic: Endelig kommer gjessene til byen (2) ...
Replies: 1
Views: 283

Re: Endelig kommer gjessene til byen (2) ...

Hey Svein! Hetta er uttan iva ein korngás av undirslagnum albifrons. Nevið er ljósareytt og ikki appilsingult sum hjá flavirostris. Eisini hava flavirostris ofta munandi fleiri svartar strípur á búkinum - ofta so nógvar at búkurin tykist svartur. Korngás av undirslagnum albifrons skal fráboðast Sjæl...