Lykil til skordýrahóp Prenta Email
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 29 August 2009 08:09
Ein lykil er eitt amboð at greina djór og plantur við.
Tá tú hevur eitt skordýr í hondini kanst tú nýta henda viðfesta lykilin til at avgera hvønn hóp slagið hoyrir til.

Eg gjørt tvey ørk, fyri at tryggja at mann er á rættari leið áðrenn mann fer í holt við lykilin. Hygg fyrst eftir teimum her Skordyr v0.6 og tryggja tær at tað er eitt skordýr tú hevur. Brúka síðan henda lykilin Skordyra lykil v0.76 til at finna útav hvønn hóp skordýri hoyrir til.

Nógv tær flestu klukkurnar tú finnur uttandura eru svartaklukkur. Tá tú veitst at tú hevur eina klukku í ættini svartaklukkur ber til at finna út av hvat slag talan er um við at nýta svartaklukku lykil v0.76.pdf.


Vit hava ikki orð til onkur av tingunum, sum vera nevnd í lyklunum, so eg havi bara funni uppá summi teirra. Um tað nakrantíð kemur ein endalig útgáva av hesum, so verður tað sjálvsagt gjørt betur.

Eg vil sera fegin hoyra allar viðmerkingar og rættingar sum tit hava til hetta.


Les eisini