Heim Vegleiðingar Myndasavn
Myndasavn PDF Prenta Email
Skrivað av Janus Hansen   
Leygardagur, 03 Januar 2009 07:14
Nú ber til at hava privat myndasøvn, nevnd Brúkarasøvn. Tað merkir at hevur tú verið ein gongutúr, ella okkurt líknandi, kanst tú leggja allar tær myndirnar í eitt av tínum myndasøvnum. Tær myndirnar ið tú hevur tikið av fugli, blómum, ella øðrum úr føroysku náttúru, kanst tú gera sjónligar í meira almennum søvnum (t.d. Stari, Støðugtblómandi summardái ella Landslag). 
Undir Brúkarasøvn kanst tú leggja stovna søvn, tú kanst stovna tær so nógv søvn tú vilt, og kalla tey hvat tú vilt t.d. "Mykinestúrur, juni 2007" ella "Ymiskt 2011".


  • Fyrst mást tú Rita inn.
  • Far til Myndasavn.
  • Vel Send fílu og vel eitt savn at senda til (tú hevur longu eitt undir Brúkarasøvn).
  • Trýst gennemse og vel so nógvar myndir tú vilt. Tær verða uploadaðar automatiskt.
  • Um tú hevur tikið mynd av einum ávísum fugli ella líknandi, so skrivar tú tí teigin sum eitur "Lyklaorð" hvat slagið er. T.d. Lyklaorð: "havhestur streymoy". So sæst tann myndin í savninum sum eitur havhestur, og tí sum eitur streymoy.
Dagført Hósdagur, 31 Mars 2011 01:43