| Leiðreglur fyri FaroeNature.net |
|
|
|
| Skrivað av Janus Hansen |
| Sunnudagur, 29 Mai 2011 15:26 |
|
Tað er nokk uppá tíðina at fáa gjørt nakrar leiðreglur og ráð, um hvat og hvussu lagt skal vera á FaroeNature. Hvat er loyvt at leggja á FaroeNature.net, eigur at endurspegla hvat vit halda er góður atburður í náttúruni. Meginreglan er, at náttúran kemur fyrst og so mugu upplivingar og njótilsi hjá okkum menniskjum koma í aðru røð. Myndir og frásøgnir Myndir ella frásøgnir har tað er orsøk at halda at okkurt (fuglar, plantur osfr) í náttúruni hava verið fyri óneyðugan ampa, ella beinleiðis tikið skaða, verða ikki góðtiknar (uttan so at endamálið er at vísa á tann ampa sum náttúran er fyri). Um vit leita eftir einum reiðrið, ella ófloygdum unga, fyri at taka eina mynd, so er tað til óneyðugan ampa. Um vit tilvildarliga ganga okkum framá eitt reiður ella unga, so er tað ikki so nógv vit kunnu gera við tað. Men um vit ikki beinan vegin fara avstað, so er tað til óneyðugan ampa. Tað ber til, at hava fyrilit og taka myndir av reiðrum og tílíkum. Tó hetta krevur í flestu førum serstaka vitan og útgerð. Um hesar myndir, verða lagdar á FaroeNature.net, so kunnu fólk fáa tað fatan, at tað er í lagið at taka tílikar myndir - og gloyma at taka somu fyrilit. Sjálvsagt er tað í lagið, at taka myndir av fuglaveiðu, seyðaraktri o.s.fr., og leggja hesar á FaroeNature.net. Hetta fer framm óansæð og sum nevnt omanfyri, so er endamálið við teimum myndunum, at lýsa fyribrigdi. Hetta er eisini ein týðandi partur av sambandinum ímillum fólk og náttúru. Heilt stutt kann sigast, at myndir av reiðrum, við eggum, ella ófloygdum ungum, eiga ikki at vera lagdar á FaroeNature.net. Aðrastaðni verður skrivað The Birdwatchers' code Avoid disturbing birds and their habitats - the birds' interests should always come first. Think about the interests of wildlife and local people before passing on news of a rare bird, especially during the breeding season.www.birdforum.net BirdForum gallery is for Wild, Untamed and Free-Roaming Creatures. Please do not post pictures of pets, caged or kept birds or animals. Bird Forum does not condone the uploading of close-up taken photos of bird nests to the Gallery and requests that members do not do so. Any such photos will be deleted.Ferðaráðið Follow the cairns or other marks and do not go off the paths out into the meadow or outfield. Do not disturb the sheep, birds and plants. It is prohibited to pick plants or to take stones, eggs, or chicks. Tá tú skrivar heitið á einum slagið á latíni. Ikki nýta styttingar sum T. cognata, um alt navnið ikki hevur verið nevnt frammanundan (hetta er eisini galdandi í allari vanligari skriving). Lesarin hevur ongan kjans at vita hvat T'ið merkir. Um tú hevur eina meining um hvat skal liggja á FaroeNature.net, ella hvussu vit eiga at bera okkum at í náttúruni, skriva so endiliga! Eg vil hoyra so nógvar meiningar og viðmerkingar sum gjørligt. Um tit ikki siga tykkara hugsan, so verður tað gjørt eftir mínum høvdið, og tað er neyvan besta loysnin Broytt: 29-05-2008, útgáva 0.3 Les eisini |
| Dagført Sunnudagur, 29 Mai 2011 15:57 |








