| Skráseta brúkara, gloymt brúkaranavn ella gloymt loyniorð |
|
|
|
| Skrivað av Janus Hansen |
| Leygardagur, 03 Januar 2009 12:54 |
Á myndini til høgru sæst sami gluggi, sum tann tú sært á forsíðuni á www.faroenature.net.![]() Skalt tú skráseta teg sum brúkari, trýst so á niðasta leinki Skráset. Hevur tú gloymt títt brúkaranavn, so er lættast at leita eftir telduposti tú hevur fingið frá faroenature.net, tá tú skrásetti teg, ella eftir skrivi ella mynd sum tú hevur lagt út. Finnur tú ikki brúkaranavnið tann vegin, trýst so á leinki Gloymt brúkaranavn?. Loyniorð verða ofta gloymd og er tað hent fyri teg, so kanst tú antin finna fyrsta teldupostin frá faroenature.net. Finnur tú ikki loyniorðið tann vegin, trýst so á leinki Gloymt loyniorð?. Undir Gloymt brúkaranavn? og Gloymt loyniorð? skalt tú skriva tína teldupost addressu. Minnist tú ikki hvørja teldupost addressu tú nýtti, skriva so til webmaster á teldupost addressuni niðast á síðuni. |
| Dagført Leygardagur, 08 Mai 2010 12:32 |









